Open Doors Føroyar bjóðar til Nigeria kvøld
Í Nigeria stendur so illa til hjá mongum kristnum, at á listanum yvir heimsins mest forfylgdu londum, er Nigeria nummar 7. Tað kann virka fjart frá okkum her í tryggu Føroyum. Men tó, so búgva nigerianarar eisini í landi okkara, sum eru merkt av støðuni í heimlandi teirra.
Tí skipar Open Doors saman við nigerianarum í Føroyum fyri einum Nigeria kvøldi leygardagin tann 6. juni kl 19:30. Tiltakið verður í Lívdini í Hoyvík.
Á skránni verður m.a. nigerianskur lovsongur, ein úr Nigeria fer at greiða okkum frá støðuni, vit fara at hoyra eitt sindur um søguna hjá landinum, og so verður eisini ein bønarløta, har vit sleppa at standa saman við teimum í bøn og uggan. Klæmint Eliasen, formaður fyri Open Doors í Føroyum, kemur eisini at greiða frá arbeiðinum, sum Open Doors ger í Nigeria.
Tá skráin er liðug, verður høvið at heilsa uppá nigerianarnar, og møguliga hava tey ymiskt við, so at vit sleppa at uppliva nakað av mentan teirra.
Tiltakið verður í Lívdini leygardagin tann 6. juni kl 19:30.
Kelda: Open Doors
Trúboðin


