Karmel verður sum nýtt

Missiónshúsið Karmel á Eiði varð vígt 21. novembur 1934. Gjøgnum árini er ymiskt missiónsarbeiði gjørt í og út frá húsinum. Nevnast kunnu til dømis sunnudagsskúli, møtir, kvinnumøtir og sjómanskvinnuringur. Karmel hevur eisini hýst tiltøkum, sum kirkjan hevur skipað fyri.

Ábøtur og dagføringar eru gjørdar á húsið gjøgnum árini, so tað betur hóskaði til arbeiði. Kortini hevur Karmel trongt til eina góða og hjálpandi hond, eins og fleiri onnur líknandi hús.

Jonhard Jógvansson er formaður í stýrinum fyri Karmel. Trúboðin hevur hitt hann, og Jonhard greiddi soleiðis frá, nú tekningar av nýggja Karmel eru almennar:

Nærum alt verður nýtt

– Fyri umleið tveimum árum síðani, varð endalig støða tikin til at gera nærum alt húsið av nýggjum. Tað var ein stór avgerð, sum vónandi kemur at stimbra arbeiðið í og út frá Karmel.

– Nútíðin krevur betri karmar og útgerð, so missiónsarbeiðið betur kann røkka út til fólkið, samstundis sum tað verður meiri innbjóðandi at koma í Karmel. Tá arbeiðið er liðugt, verður nærum bara betongi og hválvið eftir av tí gamla húsinum, sigur hann.

– Vit hava tømt húsið innan, hava drena framvið niðan móti vegnum og bjálva grundina. Eisini er  borða fyri jarðhita. Nú skal stoypast ein tilbygningur í sunnara enda, har inngongdin og vesini vóru. Tann tilbygningur verður heilt upp til mønina, so vit fáa nýggj rúm bæði í kjallaranum og á loftinum, sigur Jonhard.

– Ætlanin er, at skifta øll vindeyguni, bjálva og klæða alt húsið, leggja nýtt tak á og fáa ventilatión. Harafturat verður bæði el og hiti gjørt av nýggjum, sigur hann.

Meiri pláss á loftinum og í kjallaranum

– Hvussu verður húsið innrætta?
– Í kjallaranum verður salur, vesi og nýggjur og góður køkur og rúm til jarðhita. Á miðhæddini verður gongd, vesir, lyfta millum miðhædd og kjallara, samtalurúm og salur. Á loftinum verður bønarúm/fundarúm, við góðum útsýni suðureftir.

– Hvør er tíðarætlanin og hvussu nógv kostar umbyggingin?
– Tað stutta svarið er: Tíðarætlanin er skjótast gjørligt og umbyggingin kostar milliónir. Kostnaðurin er jú tengdur at tíðini. Tí vóna vit, at fáa góðan fíggjarligan stuðul og nógvar hjálpandi hendur, sigur Johnard.

Fólk eru vælkomin at stuðla umbyggingini av Karmel, við at flyta pening á konto: 6460 4970022.

Her er tekning, sum vísir hvat ætlanin er við Karmel.
Missiónshúsið, Karmel á Eiði, hevur verið karmur um arbeiðið síðani 1934.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina