Spýta á Bíbliuna

„Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal bjarga tí. “
Matt.10,39

 

 

Tað eru nógv ár síðani, at Cambodia bleiv kommunistiskt. Kommunistarnir fóru inn í kirkjur av øllum sløgum, meðan fólkið var til gudstænastu. Í tí katólsku kirkjuni tóku teir eina mynd av Jesusi, sum stóð við altarið. Í einari evangeliskari kirkju tóku teir Bíbliuna av prædikastólinum og løgdu hana út í tún. So kravdu teir, at kirkjufólkið skuldi koma út, eitt í senn. Sagt var við tey, at um tey spýttu á Bíbliuna, skuldu tey verða frí, annars vórðu tey skotin.

 

Mangar hugsanir fara gjøgnum heilan eina sovorðna løtu. Fyrsti maðurin, sum kom, var trúlovaður. Hann hugsaði: „Eg elski gentu mína, og hon elskar meg. Vit skulu skjótt giftast. Hjarta hennara brestur, um eg verði dripin. Mær nýtist ikki at spýta so nógv, sum kommunistarnir vænta av mær. Eg spýti bert heilt lítið.“

 

Annar maðurin, sum kom, hugsaði: „Bæði foreldur míni eru avlamin. Doyggi eg, er eingin at taka sær av teimum. Eg noyðist at spýta, so kann eg altíð biðja Jesus fyrigeva mær, tá ið eg komi til hús. Hann er altíð so mildur og góður.“

 

Soleiðis kom ein fyri og annar eftir. Øll vóru tey kristin, og fyri løtu síðani høvdu tey sitið til gudstænastu. Nú, tá ið á stóð, vildi eingin taka kross sín upp og verja Kristus. Men so kom ein 16 ára gomul genta. Tárini runnu stríð oman eftir kjálkum hennara. Hon fall á knæ og turkaði við ermu síni spýttini av, so segði hon: „Eg kann ikki spýta á kærleiksbrævið frá mínum brúðgómi. Eingin genta spýtir á brævið frá sínum elskaða vini.“ So skutu kommunistarnir hana, og hon datt deyð niður yvir sína kæru Bíbliu. Men beint aftaná blivu hini, sum høvdu spýtt, eisini skotin. Kommunistarnir brutu lyfti síni.

 

Jesus sigur hesi álvarsomu orðini: „Tann, ið elskar faðir og móður meir enn meg, er mær ikki verdur; og tann, ið elskar son ella dóttur meir enn meg, er mær ikki verdur. Og tann, ið ikki tekur kross sín og fylgir mær eftir, er mær ikki verdur. Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal bjarga tí.“ Matt. 10,37–39.

 

Um tú fekst tvinnar kostir í at velja, annaðhvørt at spýta á Bíbliuna ella at doyggja, hvat hevði tú so valt? Ja, hugsa teg væl um.

 

Tað eru annars fleiri mátar „at spýta á Bíbliuna“. Um tú ongantíð lesur í henni, so spýtir tú í roynd og veru á hana, tí tá vanvirðir tú hana. – Les í Bíbliu tíni hvønn dag og fá tær góða andaliga føði til at standa ímóti dagsins trupulleikum og stríði við.

 

Hetta stykkið er skrivað, eftir at eg hevði hoyrt eina talu eftir Rickard Wurmbrand. Talan varð hildin fýra ár eftir, at kommunistarnir hersettu Cambodia.

Effie Campbell