Meinigheitsútferð í góðveðrinum

Sunnudagin 14. juni var meinigheitin í Tabor á Toftum útferð. Tað var “stuttflutt” útferð, tí leiðin lá oman í Bátahylin á Toftum, har løtan var við høllina hjá byggifelagnum KBH.

Nógv fólk vóru samankomin, bæði børn, ung og vaksin.

Fyrst vóru nakrir felagssangir sungnir, áðrenn Andrias Magnussen talaði yvir sunnudagsskúla tekstin, sum var úr Ápostlasøguni 16. So var aftur sungið.

Trý høvdu havt føðingardag, og sungið varð fyri teimum. Helen Olsen leiddi og endaði.

Eftir tað vóru grillirnar tendraðar. Huglagið var gott, og sólin skein til gleði fyri øll.

Lýst var við, at bátar vildu sigla styttri túrar um áhugi var fyri tí. Tríggir sigldu og áhugin var stórur. Tey ungu spældu ymisk spøl, meðan børn og hálvvaksin spældu á sjónum í vátdraktum.

Fólk hugnaðu sær og prátið gekk lívliga.

Fólk vóru samd um, at løtan var góð og stimbrandi, bæði andaliga, handaliga og samansjóvandi.

Her eru nakrar myndir frá løtuni.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina