Deyðaangist
„og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« “
Matt.28,20
Ein maður sat á songarstokkinum hjá einari gamlari konu, sum lá at doyggja. „Ert tú til reiðar at leggja út á ta síðstu stóru ferðina?“ spurdi hann. Tá lýsti andlit hennara upp, og hon segði: „Jesus segði: „Eg gevi mínum lombum ævigt lív.“ Tað er gott. Eg kann ikki gera meira … Eg eri trygg í hondunum á tí góða hirðanum. Hann gav lív sítt fyri okkum. Hann hevur gjørt eitt rúm til reiðar til mín í faðirhúsinum.“
Tá ið ein vinkona hennara frætti hetta, segði hon: „Eg eri so glað at hoyra hetta, tí ofta hugsi eg, um Djevulin fer at taka frelsuvissuna frá mær í deyðastundini.“
Tá svaraði ein sjúkrasystir, sum eisini var har til staðar: „Sig Harranum, at tú hevur henda óttan. Bið so um, tá ið deyðastundin kemur fyri teg, at Jesus skal verja teg móti álopum frá fíggindanum. Bið um, at hann má geva tær eina fulla vissu um, at hann er tær nær. Hann segði jú: „Eg eri við tykkum allar dagar.“ Hasari bønini fer hann at svara. Eg havi sæð mong menniskju doyð. Øll, sum bóðu hasa bønina frammanundan, doyðu friðfylt og í fullari vissu um Jesu nærveru og frelsu. Eg sá tað á andliti teirra.“
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

