Guds trúfesti og okkara

Árliga Bíbliuskeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 27. – 30. august. Reyði tráðurin í ár verður: ”Guds trúfesti og okkara”.

Jonhard Jógvansson, prestur, fer at undirvísa um Guds trúfesti við útgangsstøði úr Jónasar bók. Tímarnir kallast: Jónas verður kallaður, Jónas og fiskurin og Jónas í Nineve. Hetta gevur luttakarunum høvi til at koma gjøgnum Jónasar bók og tí er tað ein fyrimunur at hava lisið bókina áðrenn skeiðið.

Jákup E. Petersen, prestur, fer at undirvísa í «Okkara trúfesti». Tímarnir kallast: Trúfesti heima, Trúfesti í meinigheitini og Trúfesti í samfelagnum. Sambært Galatabrævinum 5. kap., er trúfesti ávøkstur Andans, sum skal eyðkenna Guds fólk.

Seinnapartin leygardagin 29. august verða fýra áhugatímar. Luttakararnir kunnu velja tveir teirra, tí teir verða tvær ferðir. Teir kallast: Hvar standa vit sum Heimamissión? Hvat er sannleiki? Hvat er veking? og Hvussu byggja vit sunnar meinigheitir?

Sunnudagin verður gudstænasta við altargongd.

Tilmelding er neyðug. Seinasta freist at tekna seg er hósdagin 20. august.

Tilmelding fer fram á www.mission.fo undir ”tilmelding til tiltøk”, ella við at ringja til Heimamissiónina á tlf. 470000.

LES EISINI  Bíbliuskeið – við fokus á trúfesti

Faldarar eru sendir út til missións- og meinigheitshús.

Vælkomin á Bíbliuskeið.

Øll skráin er niðanfyri…

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina