Send av Gudi til yngstu systur mína
„Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir
tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. “
Matt.11,28
Toril greiðir víðari frá:
„Vit vóru fýra systrar. Sigrun, yngsta systir mín, og maðurin
vóru farin til Miðalhavinum á „krydstogt“. Men Sigrun bleiv
deyðasjúk og lá næstan alla tíðina í koyggjuni. Ferðin vardi
í einar 2–3 vikur. Tá ið tey komu aftur til Noregs, fór hon á
sjúkrahúsið. Hon hevði tá livrasvikt, nýrasvikt, hjartasvikt,
krabba við spjaðing, høgan fepur og soppabruna. Alt var galið.
Maðurin, sum sjálvur var lækni, ringdi til okkara og segði, at
Sigrun lá fyri deyðanum. Vit fingu so at vita, at bara maðurin
og báðir synir teirra fingu loyvi at vitja hana.
Eg hugsaði, at hatta kann eg ikki finna meg í, tí Sigrun má
blíva frelst, áðrenn hon doyr. Eg bað til Gud, at eg mátti sleppa
oman á sjúkrahúsið í Tønsberg. Hon lá í respiratori. Eg segði
við Gud, at nú mátti Hann ordna tað so, at eg fekk Sigruna fyri
meg sjálva, uttan at nakar í familjuni var har.
Eg fór við toki og kom inn á sjúkrahúsið og fann stovuna,
har hon lá. Eg bankaði upp á dyrnar og fór inn. Tvær konur
sótu við hvør sín skíggja og ansaðu eftir strikumyndunum,
sum nú næstan vóru flatar. Tey høvdu tappað 9 litrar av vætu
úr kroppinum, og kortini var hon so hovin í andlitinum, at eg
kendi hana ikki aftur.
Hon lá í óviti, í koma. Eg fór at tosa við hana um barnaminni.
Eg visti, at tað seinasta, sum fer, er hoyrnin. Av og á segði eg
nøkur bíbliuvers fyri henni. Hon hevði einaferð verið saman
við mær á einari páskastevnu. Tá tók hon ímóti Jesusi. Men tað
gleið alt út, tí hon hevði ongar kristnar vinir. So bleiv hon gift.
Hon fekk eitt fínt og gott heim og tveir synir. Eg tosaði í ein
og ein hálvan tíma, uttan at hon rørdi seg. Tá sigi eg við hesar
konurnar. Tað nyttar einki, nú fari eg bara.Tá siga tær: „Kanst
tú ikki bara fara út á gongina at hvíla teg einar 5–10 minuttir
og so koma inn aftur. Tað er so hugnaligt at hava teg her. So
hvíldi eg meg eina løtu, so fór eg inn aftur og las bíbliuvers fyri
henni og tosaði um barnaminni í ein og ein hálvan tíma. Nú
vóru tríggir tímar farnir.
So sigi eg: „Sigrun, um tú hevur hoyrt meg, og um tú vilt
biðja til Jesus saman við mær, so skal eg biðja hart, og so biður
tú innantanna og gevur Jesusi lív títt, um tú vilt tað. Men eg
vil, at tú skalt siga mær eitt ja til hetta, um tú megnar tað. Nú
leggi eg mín arm upp at tínum armi uppi í songini og pirka so
við tínum fingri upp á mína hond. Tá tók hon um skøvningin
á mær og trýsti so fast, at eg næstan fekk ilt. Hon trýsti, meðan
vit bóðu alla frelsubønina og eitt sindur afturat. So bóðu vit til
Jesus og góvu honum alt lív okkara. Tað var stórt, og tað var
sterkt.
Tá ið eg so skuldi fara út gjøgnum dyrnar, sparkar hon
dýnuna av sær og vinkar til mín við vinstra fóti. Vit skulu hava
Jesus við í glaðum stundum og geva honum æru og heiður, og
í tungum stundum bjóðar Hann okkum at leggja allar byrðar
yvir á seg. (1. Pæt– 3,5). „Ren og retfærdig, himmelen værdig,“
tað er tað, sum Jesus hevur gjørt fyri okkum, vit hava so nógv
at siga Jesusi takk fyri. Effie Campbell
Edvard Poulsen

