Send av Gudi til mostrina
„Og hann segði við hann: »Sanniliga sigi eg tær, í dag
skalt tú vera við mær í páradís!« “
Luk.23,43
Astri á Visjon Norge tosaði víðari við Toril Sogstad: Tú
Toril, Gud hevur fleiri ferðir sent teg til fólk, sum lógu ádeyðastrái.
Sig frá:
„Mamma og mostir vóru bara tvey systkin. Tær blivu óvinir
um ein arv og vórðu fíggindar. Tær mistu sambandið hvør við
aðra, og tað gekk út yvir okkum øll. Vit vóru fýra systkin, og
vit mistu sambandið við okkara systkinabørn, mostir og mann
hennara, sum vit kallaðu onkul.
Um ta tíðina hevði eg trý smábørn, og tær svóvu í hvør
sínum kamari, og hetta serliga kvøldið var klokkan 10.30. Eg
gekk eftir gongini og skuldi fara at leggja meg. Tá brádliga fái
eg ikki flutt beinini. Eg standi har sum ein stólpi. Men so hoyri
eg eina rødd siga inn í oyrað á mær: „Ring til mostur tína.“ Eg
hugsaði: „Altso, nú eri eg blivin í ørviti. Tað man vera tí, at eg
eri so móð. Hon vil ikki tosa við meg. Hon hevur skeldað meg
og sagt, at tað eru bara tápulig fólk, sum trúgva á Gud.
Mostir og tey vóru ógvuliga verðslig og hildu bara verðslig
bløð, harafturat er tað ófólkaligt at ringja til fólk so seint. Eg
kann ikki ringja. – „Ring,“ segði røddin við størri myndugleika.
Eg ringdi, og maðurin tók telefonina. Hann segði: „Sum tað var
gott, at tú ringdi, Toril. Mostir tín liggur á Ullevål sjúkrahúsi.
Hon liggur at doyggja.“ Eg helt, at eg kundi taka tokið inn
til Oslo tíðliga í morgin ári. Tað gjørdi eg og fekk mær ein
hýruvogn til Ullevål. Eg hevði ongantíð verið har fyrr. Har
vóru nógvir stórir bygningar, og eingi skelti sóust nakrastaðni.
Eg var púra í villareiði. Men tá hoyrdi eg eina rødd siga inn í
oyrað: „Byrja at ganga!“ Eg visti, at tað var Harrin, tí eg plagdi
ikki at hoyra røddir. Eg fór so til gongu. At enda kom eg til ein
ovurstóran bygning í fýra hæddum.
„Hvat nú, Gud?“ spurdi eg. „Gakk!“ Eg fór so upp gjøgnum
allar trappurnar. Har var ein long gong við hurðum upp á
báðar síður. – „Hvat nú, Gud? Eg kann ikki banka upp á allar
hurðarnar og spyrja, um Edrun Ingebrigtsen liggur her?“ –
„Gakk bara.“ Eg fór so til gongu, og tá kom onkul út gjøgnum
einar dyr. – „Sum tað var gott, at tú komst, Toril. Eg orki ikki
meir, eg havi vakt í tvey døgn. Eg má heim at sova.“
So fekk eg mostur fyri meg sjálva. Hon lá og svav, og hon
var ikki í hesari verð, hon var um at fara inn í deyðan. Eg
tosaði við hana um ymiskt, vit høvdu upplivað saman. So las
eg nøkur skriftstøð upp fyri henni. Tá var klokkan blivin 8.15
á morgni. Tað var bara eg, sum tosaði. Eg segði so við hana:
„Mostir, um tú hoyrir meg, og um tú vilt taka ímóti Jesusi, gev
mær so eitt tekn. So biðja vit saman um fyrigeving fyri alt tað
skeiva, vit hava gjørt. Síðani siga vit við Jesus, at vit taka ímóti
honum.“ Tá fekk eg tað seinasta veika „ja“ frá henni. Friðurin
fylti rúmið. Eg kendi Heilaga Andan so sterkt inni har.
Eg hugsaði: „Nú havi eg gjørt mítt arbeiði, so nú fari eg
heim.“ Tá ið eg kom til hús, ringdi systkinabarn mítt og segði,
at nú var mostir farin. Effie Campbell
Edvard Poulsen

