Tú sum gongur í ljósinum
„Vakið tí á hvørji stund og biðið, so at tit kunnu verða førir fyri
at komast undan øllum hesum, ið henda skal, og at standast fyri
menniskjusoninum!« “
Luk.21,36
„Tú, sum gongur í ljósinum, skuldi bara vitað,
hvussu tað er at vera í myrkrinum…!“
Soleiðis sang hin blindi biddarin, sum kom inn í bussin í dag,
og tá ið hann fekk nøkur oyru, takkaði hann við orðunum:
„Gud varðveiti teg frá at gerast blind!“
Sangurin hjá hesum blinda legði brádliga ein skugga yvir
ferðafólkini í bussinum, hetta var eitt neyðarróp úr tí djúpasta
myrkrinum, eitt máttloysi so stórt, eitt vónleyst suff…!“ Men
hvat kundu ferðafólkini í bussinum gera við tað?
Skjótt gelti popptónleikurin frá bandupptakaranum
gjøgnum bussin, hin blindi og hansara neyðarróp var aftur
gloymt, hann mátti sanniliga taka til takkar við smápengarnar
og tað, at fólk bara høvdu áhuga fyri honum eina løtu. Fólk
høvdu jú annað at hugsa um, og bussurin koyrdi víðari!
Eftir sat eg í djúpum hugsanum – var hesin blindi og hansara
sangur ein serlig heilsan til mín? Eitt neyðarróp um ikki at
svíkja? Ein áminning um, at har millum teir fátæku biddararnar
á gøtuni møta vit tí persónifiseraða Frelsaranum, sum rættir
sína tómu hond út ímóti okkum, sum hava hendurnar fullar av
so nógvum fullkomiliga týdningarleysum tingum? Frelsarin
kallar, okkara næsti kallar – og hvat er okkara svar?
„Gud varðveiti teg frá at gerast blind!“ Ja, hetta er ikki bara
ein gudsóttandi bøn frá einum av teimum blindu biddarunum
á gøtuni, men hetta má vera hin dagliga bønin hjá øllum
kristnum menniskjum – ikki at vera blindur, men síggja
møguleikarnar nú og í dag og biðja um styrki og kærleika at
grípa um teir – í Jesu navni!
L.M.F.-blaðið – Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

