Hirðatænastan
„Tá seti eg yvir teir hirðar, ið skulu goyma at teimum; og teir skulu ikki meira ræðast og ikki bera ótta, og eingin teirra skal saknast, sigur Harrin. “
Jer.23,4
Eini donsk trúboðarahjún skrivaðu í einum blaði, at tað, sum lá teimum á hjarta, var hirðatænastan, vitjanartænastan og boðanartænastan.
Tá kom eg at hugsa um eina útvarpssending, har ein maður segði um ein samkomuleiðara, at hann var ein rættur hirði: “Eg var givin at ganga á møti; men so leitaði hann meg upp og setti seg at tosa við meg um, hvussu neyðugt tað er at fáa andaliga føði og savnast við Guds børnum fyri at verða varðveittur. Hann var sum hin góði Hirðin, sum beinir seyðin inn á grasgóðar fløtur,” segði maðurin.
e.c. ums.
Edvard Poulsen

