Skelkur ið setir í gongd

Og tá ið hann læt eygu síni upp í helheimi, har sum hann var í pínu, sær hann Ábraham langt burtur og Lázarus í fangi hansara.
Luk.16,23

 

Fyrr í tíðini ballaðu tey einki inn, tey søgdu tað hart og hvast. T.d. segði William Booth, stovnari Frelsunarhersins, sum gekk runt og hjálpti alkoholikarum: “Eg biði, at hvør einasti av offiserum mínum má vera í helviti í 10 minuttir, tí so sær hann, hvussu sær út inni har, og tískil vil hann restina av ævi síni boða Kristus og bjarga menniskjum frá hesum.”

e.c. Ums.