Guds orð
Tað er av alstórum týdningi at lesa Guds Orð hvønn dag. Hoyr:
1. „Jesus segði tá við teir Jødar, sum tikið høvdu við trúgv á hann: »Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, „
Jóh.8,31
“Um tit verða verandi í orði mínum, eru tit av sonnum lærusveinar mínir.”
2. „Tann, sum er av Guði, hoyrir Guðs orð; tit hoyra ikki, tess vegna at tit eru ikki av Guði.« “
Jóh. 8,47
“Tann, sum er av Gudi, hoyrir Guds orð.”
3. „Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og allar ævir ikki síggja deyðan.« “
Jóh. 8,51
e.c.
Edvard Poulsen

