Kvinnur, verið klárvaknar

Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar.
Jóh.10,11

 

“Ein teirra, sum stóð á odda fyri bíbliukvinnunum í London, greiðir frá hesi skelkandi hending:

Eitt sunnukvøld, tá ið bíbliutímin var liðugur, og allar konurnar vóru farnar, varð ein fátæk kona verandi eftir. Hon spurdi, um hon kundi fáa orðið á meg. Hon segði, at ein kona, sum lá at doyggja, so fegin vildi síggja meg, og hon spurdi, um eg ikki nú beinanvegin kundi fara at vitja hana.

 

Eg bar meg undan og segði, at eg var bæði móð og troytt, og harumframt var tað uttan fyri mína sókn, og tey kundu heilt vist fáa fatur á einum presti í grannalagnum.

 

“Maðurin fer ongantíð at loyva tí,” segði konan og legði afturat, meðan hon hugdi bønliga upp á meg: “Á, góða frúa, farið. Tygum fara ongantíð at angra tað!”

 

Eg fór so avstað. Tá ið eg kom til staðið, var eg so fyrivarin, at eg bað vognstjóran bíða eftir mær og banka á dyrnar, um eg ikki var afturkomin innan ein hálvan tíma. So miklan ótta hevði eg, og so nógv beyð henda vitjanin mær ímóti.

 

Tað tóktist, sum væntaðu tey meg, tí ein kona vísti mær upp gjøgnum trappurnar, og enn skilligari sá eg á andlitinum á hesi sjúku, at hon bíðaði við longsli eftir mær, og at tað var gott, at eg kom. Dagin eftir hevði tað verið ov seint.

 

Eg fór yvir, har hin sjúka lá, tók í hond hennara og segði, at eg kom, tí eg var biðin at koma. Hon smíltist veikt, men segði einki. Kortini kendi eg á mær, at vit vóru vinir og systrar í Harranum.

 

Hurðin var opin inn í eitt annað kamar, og haðani hoyrdust ljóð og skav, sum boðaðu frá, at onkur var inni har. Eg kendi ampa á mær, men spurdi eina konu, sum eisini var inni í hesum sjúkrakamarinum, um tey høvdu nakra Bíbliu. Men hon tóktist at vera deyv og svaraði ikki, og tá ið eg setti tí sjúku sama spurning, sá eg, at hon var stumm. Eg visti ikki av hvørji grund. Eg bara sá, at soleiðis var tað. Hon risti við høvdinum, og eg skilti tað soleiðis, at tey høvdu onga Bíbliu.

 

Eg tók so Nýggja Testamenti hjá mær og las fyri henni úr Jóhannes evangelii um hin góða hirðan í 10. kapitli. Ein innilig gleði lýsti av andliti hennara, og tá ið eg var liðug at lesa, segði eg tí: “Tygum elska hann altso?”

 

Tað eygnabráið, ið møtti mær, talaði so inniliga um frið, gleði og álit, at eg kendi meg vísa í, at eg her tosaði við eitt Guds barn.

 

Hin sjúka hugdi nú uppeftir, helt saman hendur í bøn, hugdi síðani yvir á meg og legði hond sína á mína. Eg skilti meiningina og fall á knæ.

 

Skjótt hoyrdu vit út úr hinum kamarinum ein ógvisligan grát, soleiðis sum tú bara sjáldan hoyrir hann.

 

Eg hugdi upp á ta sjúku. Hon vísti mær trúlovingarringin, peikaði inn móti kamarinum og helt aftur saman hendur sum tekin, at eg skuldi halda áfram.

 

Hesin ógvisligi gráturin helt á, og eg skilti, at hann kom frá manninum hjá hesi sjúku.

 

Tá ið ein løta var farin, fór hin gamla konan á føtur, legði barnið í vøgguna, fall á knæ, og so fór hon eisini at gráta. Eg helt á at biðja, og tá ið eg endaði, lá henda sjúka útmaktað og líkbleik. Men ein undurfull glæma av friði, gleði og vón lýsti frá teimum líðandi og tærandi andlitsdrøgunum.

 

Eg segði henni farvæl. Hon rætti sínar klønu armar ímóti mær. Vit sóu ikki hvør aðra meir á hesi jørð. Hon doyði longu sama kvøld.

 

Seinni fekk eg at hoyra hennara søgu. Hon hevði verið einasta barnið hjá gudrøknu foreldrum sínum, og hon vaks upp úti á bygd. Hon var so sera vøkur, og ein ungur verðsligur maður gjørdist hugtikin av henni. Hann lætst at vera gudrøkin, men tað var alt hykl og kávalæti. Hon dugdi ikki at síggja, hvat ið búði í honum og fekk kærleika til hansara. Eina tíð helt hann á at spæla gudrøkin; men tá ið brúdleypið var gott og væl farið aftur um bak, blakaði hann allar lótir fyri borð.

 

Hann førdi ungu konu sína til London, burtur frá foreldrunum, sum hon ongantíð sá aftur. Hann tók Bíbliuna frá henni og eisini allar aðrar kristiligar bøkur, sum hann brendi, meðan hon mátti standa og hyggja at. Hann gav henni strong boð um ikki at fara á nakað kristiligt møti og vildi ikki loyva henni at koma saman við gudrøknum vinum.

 

Hetta vónbrotið slerdi púra beinini burtur undan henni. Hon small undir hesi líðingar byrðu. Hon tærdist spakuliga burtur, og ikki fyrr enn hon lá har, málleys og ikki før fyri at kunna “tvætla sínar søgur” – sum maðurin málbar seg – læt hann sær lynda at senda boð eftir mær, tí madam B., jarðarmóðirin, so staðiliga hevði noytt hann.

 

Á, dett lív! Hon var nítjan ára gomul, tá ið hon varð gift. Í fimm ár hevði hon livað uttan nakra Bíbliu ella aðra kristiliga bók, uttan høvi at hoyra Harrans orð ella koma saman við kristnum vinum. Á, tann ræðuligi smeitur!

 

Á, máttu allar trúgvandi gentur av sonnum verið klárvaknar og rópa av álvara til Harran Jesusar, meðan tíð er! Vissuliga haldi eg, at Harrin frelsti hana, og hetta er eitt av mongu prógvunum um hansara trúføstu umsorgan sum hirði fyri sínar sálir. Men, men, á tær líðingar! Tað er sera sjáldsamt, at slíkar hendingar enda á henda hátt; men viðhvørt síggja vit tað kortini til ugga og troyst í tí kallinum, vit hava.

 

Alt, sum eg helt vera so løgið, tá ið eg vitjaði hesa konu, hevði eg nú fingið greiði á, og eg havi ongantíð kunnað gloymt hesa vitjanina. Eg havi tó síðani frætt, at ein broyting skal vera farin fram við manninum.

Budskab fra Naadens Rige, Apríl 1906 Effie Campbell umsetti