1. sálmur
„Hann er eins og træið, plantað við áarløkir, ið aldin gevur í tøkum tíma, og hvørs leyv ei følnar; alt, ið hann ger, honum eydnast skal. “
Salme 1,3
1. sálmur er góður at grunda um í hesum krepputíðum. Hetta er ein kreppa, sum okkara politikarar fara heldur lættliga um, tí tað gevur jú stig at vera jaligur og lova okkum, at okkara politikkur og fíggjarstandur eru trygg – okkum kunnu tit líta á, kæru borgarar.
Men hvat nú, um kreppan einki hevur við politik at gera? Hvat, um tað er Gud, sum dømir hesa heimsins skipan? So fara sjálvt tær snildastu ætlanir og hjálpipakkar at falla til jarðar sum rotin súrepli.
Sum Guds børn hava vit tey forrættindi, at Gud hevur givið okkum lyfti í orði sínum, sum vegleiða og ugga okkum. Tí er tað neyðugt hjá okkum at liva í Guds orði, ja, at “hava orð hansara í tonkunum bæði dag og nátt”, sum sagt verður í 1. sálmi, tí Guds lyfti eru nógvar ferðir meira virðismikil enn hjálpipakkarnir hjá politikarunum.
Brúka tessvegna tíð at lesa 1. sálm og grunda á lyftini. Tað eru signingar at fáa hjá teimum, sum vilja gera Guds vilja. Vit bera frukt og altíð grøn bløð – eisini í krepputíðum. Alt, sum vit gera, eydnast fyri okkum. Harrin hjálpir teimum, sum gera vilja hansara. Altíð grøn bløð – eisini tá ið alt annað følnar.
Men so koma tey ræðandi orðini: „Ikki gongst soleiðis vándum monnum, men eins og bos teir eru, ið fýkur fyri vindi. “
Himmalski Faðir! Drag menniskju til tín í hesi tíð, har mong eru óttafull og ótrygg av teimum ristingum, sum fara fram. Halt okkum tætt inn at tær, so at vit kunnu vera vitni um títt kærleiksfulla trúfesti og tíni evni at lata okkum bera frukt og grøn bløð, tá ið alt annað følnar uttan um okkum. Takk, at tú letur lív okkara eydnast til tína æru og sum ein vitnisburð fyri menniskjum kring okkum. Í Jesu navni, amen!
Moses Hansen Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

