Prestur hjá teimum, ið ikki ganga í kirkju 1:8
„Men tá ið hann hoyrdi tað, segði hann: »Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið hava ilt. “
Matt.9,12
Tað varð funnist at Jesusi, av tí at hann var saman við teimum “skeivu” fólkunum, skøkjum, tollarum og syndarum. Men Jesus svaraði, at tað vóru ikki tey frísku, ið tørvaðu lækna, men tey, ið sjúk vóru. (Matt. 9,12)
1. Johannes Amritzer
Í Svøríki ganga ikki nógv fólk í kirkju. Tá ið eg so komi í prát við fólk, sigi eg við tey, at eg eri prestur hjá teimum, sum ikki ganga í kirkju, fyri at tað skal vera líka fyri báðar partar.
“Ja, hatta er fínt,” siga tey so.
“Íðan, gongur tú í kirkju?” spyrji eg tá.
“Nei, ikki vanliga.”
“Ja, men so eri eg tín prestur.
“Ja, tað mást tú vera,” svara tey og fara at flenna eitt sindur fjálturstungin.
“Tað er ikki hvønn dag, at tú hittir tín prest. Hevur tú okkurt upp á hjartað, so sig tað nú, tí nú hevur tú møguleikan.”
“Ja, men tær nýtist ikki at brýggja teg um tað,” svara tey.
“Ver nú ikki býttur. Brandmenn sløkkja eld, politiið heldur skil á. Lat meg gera mítt arbeiði.”
So flenna tey eitt sindur órólig. Men eg sigi: “Skulu vit koma í gongd.” Og so vellir tað fram úr teimum sum ein áarstreymur, tað, ið tyngir tey. Eg spyrji ikki, um eg kann biðja fyri teimum. Eg taki í hond teirra og sigi heilt einfalt: “Nú biðja vit!”
Og stór ting henda. Eg leiði menniskju til frelsu, menniskju verða grødd, doypt í Heilaga Andanum, allastaðni á gøtum, í bussum, í tokinum.
Fyri 14 døgum síðani skrivaði eg meg inn á eitt hotell. Eg fekk rúm 216.
“Hava tit nakrantíð prestar her?” spurdi eg.
“Jú, tað kemur fyri.”
“Ja, eg eri prestur; men ikki ein hvør sum helst prestur. Eg eri í starvi í 24 tímar, standby. So um tit fáa trupulleikar í barrini, ringið so ikki eftir politinum. Ringið 216 eftir mær. Nú eri eg prestur á hotellinum, so leingi sum eg eri her.”
“Á, sum tað er gott,” siga tey so og fáa tár í eyguni, “tað er so gott við einum presti, sum brýggjar seg um menniskju.” Fólk í Noregi og Svøríki eru als ikki so langt burtur frá Gudi, sum vit halda.
Í Jesu høvuðsprestabøn biður Jesus soleiðis: “Eins og tú hevur sent meg í heimin, soleiðis havi eg eisini sent teir í heimin.” Jóh. 17,18. Tá ið eg fyri 18 árum síðani gjørdist kristin, skilti eg, at orðið “heimurin” var eitt neiligt orð, og tað skilji eg á ein hátt. Vit tosa um henda heimsins Gud, heimsins anda o.s.fr. Men samstundis lesa vit í Jóh. 3,16, at tað var henda heimin, at Gud elskaði so høgt, at hann kom niður at doyggja fyri hann. Jesus segði, at vit skulu liva mitt í heiminum, men ikki av heiminum. (Jóh. 17) Vit skulu elska henda heim, so at vit ikki ekskludera menniskju, vísa teimum burtur, men inkludera menniskju, rokna tey uppí.
Edvard Poulsen

