Prestur hjá teimum ið ikki ganga i kirkju 3:8
„Við trúgv var Ábraham lýðin, tá ið hann varð kallaður at fara burtur til ein stað, sum hann skuldi fáa í arv, og hann fór burtur, tó at hann ikki visti, hvar hann skuldi koma.“
Hebr.11,8
3 Og tá ið eg fari inn á eina matstovu at keypa okkum døgurða út við, sum vit skulu eta á einum steðgiplássi eftir gudstænastuna, spyrji eg: “Nú, hvussu gongst við fyritøkuni?”
“Nei, ikki serliga væl. Tað eru ov nógvir kappingarneytar.”
“So skulu vit biðja fyri tær,” sigi eg. So taki eg hond hansara og biði beint uppi yvir pengakassanum. Tá ið eg havi biðið eina løtu, siga tey: “So túsund takk, skalt tú hava.” Tá ið eg so komi aftur eina tíð seinni, spyrji eg: “Nú, hvussu gongst?” “Fínasta slag, tað gongur av tí allarbesta,” siga tey.
Og tá ið eg biði ov lítið fyri teimum, plaga tey at koma út á gøtuna og rópa: “Hoyr, tú prestur, tú gert eitt vánaligt arbeiði. Tú kanst ikki bara ferðast til onnur lond, tú mást brýggja teg um okkum her heima. Tú, sum hevur samband í erva, kanst tú ikki biðja fyri mær, so okkurt hendir her nú?” Og soleiðis verður tú prestur fyri alt samfelagið.
Eg haldi, at eitt stórt loyndarmál liggur fjalt í hesum at fara líka við øllum fólkum. Ábraham fór heimanífrá uttan at vita, hvar ið hann skuldi, lesa vit í
Hebrearabrævinum. Hann fór bara upp á eitt lyfti frá Gudi. Hann átti einki; men hann gekk runt í landinum, sum átti hann tað longu. Rómverjabrævið sigur, at Gud talar til ting, sum tey longu eru til, og soleiðis er tað eisini við trúnni. Trúgvin er ágangandi. Hon ræðist ikki. Hon er glað og er við yvirlutan. Hon tekur til sín. Ábraham átti ikki ein teig í landinum, men hann bar seg at, sum átti hann tað longu, og tí gjørdist hann ein andaligur vegleiðari. Tá ið Ábraham seinni fríar bróðurson sín Lot, kemur Melkizedek, kongur av Sjálem, og vælsignar Ábraham: “Signaður veri Ábram av Gudi hinum hægsta.” (1. Mós. 14,19) Hann veit, at teir tæna sama Gudi. Og tá ið hann seinni skal keypa eitt jarðarstykki, so hann fær jarðað Sáru, siga teir: “Tær nýtist ikki at keypa nakra jørð her. Tú ert sum ein Guds høvdingur okkara millum,” (1. Mós. 23,6) á enskum stendur: a prince of God. Er tað ikki stórbært? Teir trúðu, at Ábraham var ein andaligur vegvísari.
Og soleiðis er tað við tær. Nú kanst tú byrja. Fyrst fáa menniskju trúgv upp á tína trúgv, og seinni fáa tey sína egnu trúgv.
Edvard Poulsen

