Logos Hope vitjar í Føroyum
Skjótt leggur Logos Hope at í Føroyum, fyrst í Tórshavn og síðani í Klaksvík. Hjá mongum føroyingum vekir skipið serlig minni, tí tað er sama skip, sum í nógv ár sigldi sum Norröna millum Føroyar og umheimin.
Í samband við vitjanina verður skipað fyri eini fjølbroyttari skrá við tiltøkum umborð og á landi. Umborð verða m.a. verkstovur við ymiskum andaligum evnum, skúlaflokkar kunnu vitja, bókasølan og kaféin opin, eitt serligt hjúnakvøld og gudstænastur sunnumorgnar. Á landi fara toymir frá skipinum út til samkomur at luttaka á møtum og tiltøkum annars, og arbeitt verður uppá at samskipa onnur tiltøk á landi.
Fleiri av tiltøkunum hava avmarkað pláss, og tí er skilagott at tryggja sær atgongumerki í góðari tíð (eisini um tað er ókeypis).
Á heimasíðuni tiltok.om.fo ber til at síggja alla skránna, lesa nærri um einstøku tiltøkini og at skráseta seg.
Carsten Fonsdal Mikkelsen




