Prestur hjá teimum ið ikki ganga í kirkju   5:8

Tá søgdu hesir menn: »Vit finna onga søk við henda Dánjal, um ikki tað eydnast at finna í gudsdýrkan hansara eitthvørt at ákæra hann við.«
Dán.6,6

 

5 Johannes Amritzer

Eg hugsi um hetta brúdleypið, sum eg var í. Tey høvdu sett meg einsamallan kristnan við eitt borð, har eingin annar trúgvandi var. Tað hevði brúðarparið gjørt við vilja, tey høvdu eina ávísa ætlan við tí. “So, nú hava tey sett øll tykkum í familjuni, sum ikki trúgva, saman við prestinum,” segði eg. Tá fóru tey at flenna, og so var ísurin bráðnaður.

 

“Hetta er ein løgin samanseting her við borðið,” segði eg, “tvinni pør, ið búgva saman + 5 børn og ein prestur. Hvat verður tað?” Tá ið eingin svaraði, segði eg: “Vit taka tað einaferð afturat. Fýra vaksin + 5 børn + ein prestur. Hvat verður tað?”

 

“Brúdleyp kanska?” var tað ein, sum segði.

 

“Ja, men ein lítil roknifeilur er í stykkinum hjá tær. Tað má verða dupultbrúdleyp. Skulu vit ikki skelka alla ta religiøsu familjuna og kunngera, at tað verður dupultbrúdleyp?”

 

“Jú, tað gera vit,” søgdu menninir. Og so løgdu vit ætlanir um dupultbrúdleyp har. Og dupultbrúdleyp bleiv tað við 400 gestum. Ja, hví skulu vit sum prestar bara víga tey, sum ganga í kirkju? Tað er betri, at tey blíva gift, enn at tey bara liva saman. Eg plagi at siga við teir ungu menninar: “Elskar tú hana? Íðan, prógva tað so og gift teg við henni.”

 

Eg royni at liva sum prestur millum tey, sum ikki ganga í kirkju. Tá ið vit lesa í Bíbliuni, serliga í Gamla Testamenti síggja vit ein hóp av slíkum fólkum, sum standa stinn mitt millum øll tey vantrúgvandi, sum eru kring tey. Tey slaka ikki, gera ongar neyðsemjur. Tey vinna menniskju, ikki beinanvegin, men sum frá líður. Les t.d. søguna um Dánjal. Hann stóð klettafastur og sýtti avgjørt fyri at drekka vín og eta av matinum, hann fekk. Endin á øllum er, at Nubukadnezar kongur sigur: “Av sonnum er Gud tykkara yvir øllum gudum og harri yvir øllum kongum.” (Dán. 2,47) Tað eru bara tey forkelaðu triðja og fjórða ættarlið hjá teimum trúgvandi, sum drekka reyðvín aftur við kjøtinum. Tað eru bara tey, sum hava Guds ríku signingar allan vegin rundan um seg, sum hava ráð at drekka vín aftur við matinum. Tey hava ongantíð turkað spýggju upp eftir mammu ella pápa og eru ongantíð vorðin bankað, tí foreldrini vóru rúsað. Tá kunnu tey vera stór upp á tað og drekka vín aftur við kjøtinum. Men eg hati djevulin í fløskuni og andan í glasinum, tí eg havi verið barn av slíkum foreldrum.

 

Tú skalt ikki royna at vera sum øll hini; men tú skalt standa fyri nøkrum og halda fast við tað, tá vinnur tú virðing, sum frá líður.

 

Dárius kongur sendi hesi boð út: “Nú gevi eg tað boð, at í øllum veldi ríkis míns skulu menn ræðast og óttast gud Dánjals. Tí at hann er hin livandi Gud og verður ævinliga til; ríki hans man aldri farast, á veldi hans verður eingin endi. Tað er hann, ið frelsir og bjargar; hann ger tekin og undur í himni og á jørð, hann, ið bjargaði Dánjali undan ljónunum.” Dán. 6,27-28.

 

Tað er ikki neyðugt at toknast verðini við at blíva sum hon. Nei, vit seta okkara egna standard og slaka ikki – tó uttan at gerast ein moralpolitistur, tí tað halda vit øll vera leiðiligt. Vit skulu ikki flenna at skitnum skemti. Hví ikki sjálvur seta standardin og koma við góðum skemti. Tá ið eg eri í onkrari veitslu og hini skála, plagi eg at lyfta kolafløskuni og sigi: “Ja, men so má eg heldur siga: Halleluja.” Og so flenna tey.