Prestur hjá teimum ið ikki ganga í kirkju 6:8
„Ferføtluna kanst tú taka við berum hondum, og tó býr hon í kongahøllum. “
Orðt.30,28
6 Johannes Amritzer
Eg var boðin til kongsfamiljuna í Lesoto í Afrika. Hugsa tær, at ein arbeiðarasonur, sonur alkoholforeldur, verður boðin til kongshúsið at halda bíbliutíma fyri teimum. Tað var so stórt fyri mær at sita saman við hesum kongshjúnunum, at eg mátti klípa meg fleiri ferðir í armin. Men eg var har sum prestur. Eg hevði tveir festivalar í Lesoto og 15.000 nýfrelst, sum gingu í einum flokki, har tey skuldu lærast upp. HIV-positiv vórðu til HIV-negativ eftir forbøn og komu frá sjúkrahúsinum við læknaváttan. Tað er stórt. Og so varð eg boðin niðan á kongsborgina.
Eg hevði fingið eitt orð frá Heilaga Andanum til kong og drotning. Eg segði teimum mína søgu, og at tað var stórt fyri meg at vera á kongsborgini. So segði eg: “Hava tit nøkur fýrabein her á kongsborgini?” Hann gjørdist firtin. Tað visti eg frammanundan, at hann fór at verða. Eg hevði eina serliga ætlan við tí.
“Heldur tú, at tað eru fýrabein á kongsborgunum í Afrika?” segði hann. “Fýrabein eru kanska úti í garðinum, men ikki inni.”
“Eg síggi fleiri,” segði eg.
“Hvørji tá?” spurdi hann
“Tú og drotningin og eg.”
“Kallar tú meg fýrabein,” rópti hann. Nú var støðan spent inni í rúminum; men eg vágaði mær at brúka kjansin.
“Eg skal greiða tær frá tí. Eg fekk eitt orð frá Gudi til tín. Í Bíbliuni stendur: “Ferføtluna (t.e. fýrabeinið) kanst tú taka við berum hondum, og tó býr hon í kongahøllum.” Orðt. 30,28. So lítið er fýrabeinið, at tað kann vera í einari hond. Eg eri eitt lítið fýrabein, sum Gud hevur lyft upp. Eg búgvi í hond hansara, og eg vóni, at tú eisini vilt vera eitt fýrabein, sum Gud fær loyvi at lyfta upp. So kunnu vit báðir vera í hond hansara, og ímeðan læna vit kongsborgina. Vit mugu ikki eiga hana.”
So komu tár í eygu hansara, og hann segði: “Ja, eg eri eitt lítið fýrabein, sum liggur í Guds hond saman við tær, prestur, og so læna vit “kongsborgina”, so leingi vit eru her.”
“Hvat skulu vit gera við hesa dýrabaru tíðina, vit eru her?” spurdi eg.
“Ja, vit mugu gera alt so gott, sum vit kunnu.”
“Ja, og nú skal eg biðja fyri tær.” Og so bað og profeteraði eg yvir honum, og eg hugsi, at tað skal gangast honum væl.
Men hví skulu vit bara vera prestar fyri teimum, sum ganga í kirkju. Øll kunnu vera prestar. Tað ræður bara um hjartans áskoðan og hugburð. Tú kanst vera prestur í fótbóltsfelagnum, í vevskúlanum og allastaðni. Hugsa tær, um vit kundu “prestvígað” alla meinigheitina, so øll kunnu fara út og siga: “Prestur hevur ikki stundir. Men eg kann rætta tær eina hjálpandi hond. Eg kann biðja fyri tær. Hvat er tað, sum bagir?” Um øll gjørdu ein prestagerning, so vunnu vit skjótt Noreg og Svøríki.
Edvard Poulsen

