Prestur hjá teimum ið ikki ganga í kirkju 7:8
„Men teir, sum vilja verða ríkir, falla í freisting og snerru og mangar skilaleysar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjur niður í undirgang og glatan; “
1.Tim.6,9
7 Johannes Amritzer
Einaferð skuldi eg tala í einari kirkju, har tey eru so fín, so eg mátti lata meg í klædning og slips og nýbustaðar skógvar. Tað var heldur óvant fyri meg. Eg stóð uttan fyri eitt hotell í einum lítlum svenskum býi og át ein kebab. Eg hevði slongt slipsið aftur um ryggin og toygdi meg framyvir fyri ikki at dálka meg. Nakrir 15-16 ára gamlir dreingir stóðu og flentu at mær. So kemur ein yvir til mín og sigur: “Kann eg spyrja teg um eitt? Ert tú millióningur?”
“Ja, tað eri eg. Eg eri í roynd og veru billióningur. Men sig tað endiliga ikki fyri nøkrum,” svaraði eg, tí so visti eg, at hann nettupp fór at siga tað.
“Eg visti tað,” rópti hann yvir til hinar, “hann er billióningur.”
“Ja, men tað er pápi, sum hevur allar pengarnar. Hann vil, at eg skal arbeiða, so eg ferðist runt og umboði imperiið, ríkið.”
“Tá ið tú skalt hava nýtt ur ella nýggjan bil, hvat gert tú so?”
“Eg biði pápa um tað. Um hann heldur, at mær tørvar tað, so fái eg tað. Men avgreiðslutíðin er viðhvørt eitt sindur drúgv.”
“Hvør er hann? Hvussu eitur hann? Kenna vit hann?”
“Ja, tit kenna hann allir. Tað er Gud!”
“Nei!!!” segði hann vónsvikin.
“Jú!!! Tað fína við tí er, at hann eisini er pápi tykkum allar. Hann eigur alt og kann alt.” So fór eg at greiða teimum frá, hvat ið Jesus hevur gjørt fyri okkum. “Hvat vilja tit vera, tá ið tit gerast vaksnir?”
Jú, ein vildi vera fótbóltsdómari, ein annar skurðlækni.”Alt í lagi. Takið í hendurnar hvør á øðrum, so biðja vit.” Eg bað, at teir skuldu blíva tað, teir ynsktu sær, og at “pápi” vildi hjálpa teimum, og at teir máttu koma at kenna “pápa” gjøgnum son hansara Jesus Kristus. Hetta var sum at hava ein sunnudagsskúlaflokk framman fyri sær mitt á gøtuni uttan fyri eitt hotell í Svøríki. So opið er tað í Svøríki og Noregi, um bara onkur vil vera “prestur” fyri tey. Tað hevur verið undurfult fyri meg at gingið saman við Egil Svartdahl í gøtunum her í Oslo.
Edvard Poulsen

