Ævinleikans gáva – heimsins týdningarmesta uppgáva
„Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« “
Matt.28,19-20
Verðin hevur brúk fyri okkum, sum boða evangeliið og royna at breiða tað út. Hygg eftir verðini í dag! Eingin av teimum stórum politikarunum ella heimsleiðarunum megna at fáa frið og rættvísi til vega. Bara ein, Hann, sum er sjálvt rættvísi, megnar tað. Tí mugu vit reisast og fara til verka fyri Kærleikans Gud og rætta menniskjum ta gávuna, sum eitur frelsan. Ævinleikans gáva er týdningarmesta uppgávan í verðini. e.c. Ums.
Edvard Poulsen

