Endatíðin 2:4

Troystið tí hvør annan við hesum orðum!
1.Tess.4,18

 

Tey trúgvandi sleppa undan trongdartíðini
Jesus og Paulus siga einki um, at tey trúgvandi fyrst skulu rakast av einum vreiðisdómi, tvørturímóti. Paulus umrøðir Kristi komu sum ta sælu vónina hjá Guds fólki.. (1. Tess. 4,18. )

 

Í Luk. 21 talar Jesus um eina ræðuliga trongdartíð, sum skal koma yvir øll tey, sum búgva á jørðini. Men Guds fólk skal ikki lata seg ræða, tá ið tey síggja teknini, at henda tíð nærkast. „Men tá ið hetta fer at henda, tá lítið upp og hevjið upp høvdum tykkara, av tí at loysn tykkara nærkast.« “ Luk. 21,28.

 

„Vakið tí á hvørji stund og biðið, so at tit kunnu verða førir fyri at komast undan øllum hesum, ið henda skal, og at standast fyri menniskjusoninum!« “ (Luk. 21,36) Hetta orðið sigur okkum so greitt, sum tað kann sigast við mannamáli, at Jesu lærusveinaskari skal ikki ígjøgnum trongdina.

 

Vit skulu nú taka nøkur skriftstøð, sum øll boða frá tí sama, nevniliga at tey trúgvandi, meinigheitin, sleppur undan trongdini:

„og vænta son hansara frá himnunum, sum hann reisti upp frá deyðum, Jesus, sum frelsir okkum frá hini komandi vreiðini. “ 1. Tess. 1,10.

 

„Av tí at tú hevur varðveitt orð mítt um tolmóð, skal eg eisini varðveita teg frá freistingarstundini, sum koma skal yvir allan heimin, til at freista teir, sum á jørðini búgva. “ Opb. 3,10.

 

„Tíni deyðu skulu livna og likam teirra rísa upp; tey, sum liggja í moldini vakna og hevja fagnaðarljóð; tí at døgg tín er døgg ljósins, og jørðin skal bera deydningarnar í heim. Gakk tú, fólk mítt, inn í herbergi títt og loka aftur eftir teg dyrnar; krógva teg skamma stund, til vreiðin er avrunnin; tí at nú fer Harrin út úr bústaði sínum at revsa misgerðir teirra, sum á jørðini búgva. Og jørðin skal lata tað blóð, sum á henni varð úthelt, koma upp aftur, og hon skal ikki meira hylja tey, sum á henni vórðu dripin.“ Jes.26,19-21

 

„Tí hann meg goymir í sínum høli á mínum vanlukku degi, meg fjalir í skjóli í sínum tjaldi, tá ið neyðin gerst mær ov stór. “ Sálm. 27,5.

 

Nóa varð bjargaður frá vatnflóðini og Lot frá elddóminum, og vit skulu verða bjargað frá trongdartíðini.

 

„Tí at nú síggja vit í spegili, í gátu; men tá skulu vit síggja andlit til andlits; nú kenni eg í pørtum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg eri sjálvur til fulnar kendur. “ 1. Kor. 13,12.
Tað, sum var ógreitt fyri farnum ættarliðum, stendur greiðari fyri okkum í dag.