Hebron

„Síðan jarðaði Ábraham Sáru, konu sína, í hellinum í Makpela – jarðarstykki áraka Mamre – tað er Hebron – í Kánáanlandi. Soleiðis fekk Ábraham av Hetitum jarðarstykkið og hellið, sum á tí var, til leggstaðar. “
1.Mós.23,19-20

 

Hebron er Ábrahams býur. Her búgva í dag bara nakrir fáir hundrað jødar millum 100.000 arábar. Her var tað, at Ábraham keypti Makpelahellið sum gravstað til konu sína Sáru. Her var tað, at fyrsti dómarin Otniel búði og liggur jarðaður. Her var tað, at Káleb fekk sín arvalut, og her var tað, at Dávid kongur ráddi tey fyrstu 7 árini av kongstíð síni.

 

Makpelahellið hevur, síðani Ábraham keypti tað, verið eitt heilagt bønarstað hjá jødum. Tí hevur tað ongantíð verið til sølu. Ábraham var hin seinasti, sum rindaði pengar fyri tað, 400 seklar í silvuri. Skeytið ella ognarbrævið hava vit í 1. Mós. 23,1-20!
Effie Campbell umsetti