Mítt skýggj av vitnum

”Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus.” Hebr. 12,1-2.

Og

„tí at hesi øll hava lagt niður fyri til gávurnar av tí, sum tey høvdu til avlops; men hon legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti at bjarga lívinum við.« “ Luk.21,4

 

Siri Iversen
Vit hava øll okkurt, sum tyngir. Øll mugu viðhvørt stríðast móti møði og mótloysi. Summi droyma um eitt lív, har alt riggar: samstarvið er lýtaleyst, arbeiðið er frálíkt, heilsan er góð, útbúgvingin er hin rætta, og kroppurin er flottur. Alt er bara frálíkt. Men tað er nú so, at tað lýtaleysa og fullkomna lívið er ikki til.

 

Tá ið mótgangur og ivin koma, fáa vit tey ráðini at líta upp á Jesus, tí Hann hevði ikki nakað lætt lív. Hann kendi til pínu og var órættvíst viðfarin.

Sambært Hebrearabrævinum er skýggið av vitnum øll tey fólkini, sum eru farin undan okkum og eru deyð í trúnni á Jesus, og hvørs lív framvegis talar trúgv inn í mítt lív eftir deyða sín. Og tey eru nógv í tali, men her skal eg bara nevna eina konu, sum gav Gudi sínar samanspardu pengar.

 

Eg veit ikki, hvat ið hon æt. Hon var gomul og búði uppi á einum lítlum lofti í Oslo í 1930-árunum. Hon bað nógv, og ein dag varð hon mint á at geva allar sínar samanspardu pengar til Betlehem Misjonsmenighet. Hon hevði onga eftirløn. Hetta var alt, hon hevði at liva fyri.

 

Prestur hevði biðið Gud um pengar, so tey kundu seta ein trúboðara, og so hevði hann givið Gudi eina freist. Hann sat á skrivstovu síni og hevði hug at blaka alt frá sær, tá ið eingir pengar komu. Tá kom ein lítil drongur rennandi. Hann var sendur ørindi fyri hesa konuna. Drongurin rætti presti ein brævbjálva við akkurát tí peningaupphædd, sum prestur hevði biðið um.

 

Trúboðarin var Frank Mangs. Hann kom til Oslo og bleiv amboðið til eina víðfevnda veking, sum Oslo neyvan hevði sæð makan til, hvørki undan ella seinni. Fólk blivu frelst í hópatali. Men vekingin byrjaði við konuni, sum eingin kennir navnið á, men sum gav alt, hon hevði. Effie Campbell umsetti