Eldhugin hjá sálarvinnaranum 1:5

Aril Edvardsen

Aril Edvardsen hevur upplivað, at Gud legði tað tungt niður á hann, at hann skuldi vinna sálir. Hann boðaði tíðliga, at tann, sum vildi náa út, mátti kenna eina inniliga neyð fyri teimum ófrelstu. Her kemur ein grein, sum víðgongt og sera týðiliga vísir, at vit øll skulu vera sálarvinnarar. Greinin varð skrivað í byrjanini av tænastu hansara, og er hon eitt brot burtur úr bók hansara “Høsten i flammer”, sum varð útgivin í 1968 á Troens Bevis Forlag.

 

„Eg tali sannleika í Kristi, eg ljúgvi ikki, samvitska mín vitnar tað við mær í heilagum anda, at eg havi stóra sorg og áhaldandi trega í hjarta mínum. Tí at eg kundi ynskt, at eg sjálvur var burturrikin frá Kristi til bata fyri brøður mínar, ættarmenn mínar eftir holdinum, “
Róm. 9,1-3

 

Eingin kann verða brúktur í Guds ríki, sum ikki hevur eldhugan og brennandi tokkan hjá einum sálarvinnara. Tann, sum skal bera fram úrslit í Guds ríki, má vera gripin av neyðini fyri teimum glataðu. Tann, sum skal “fáa løn í tí opinbera”, má vera ein bønarinnar maður í “loyndum” og má støðugt bera eina tunga byrðu í sínum hjarta og eina javna gremjan fyri teimum ófrelstu.

 

John Knox lá á knæ, og í neyð og trega fyri landi sínum segði hann: “Gud, gev mær Skotland, annars doyggi eg!” Ferð eftir ferð – hóast mótstøðu og vanvirðing frá tátíðar kirkjuleiðarum – reistist skómakarasveinurin William Carey á einari ráðstevnu fyri og aðrari eftir og talaði sum ein eldslogi um trúboðara søkina. Hansara loysnarorð vóru: “Vága stór ting fyri Gud, vænta stór ting frá Gudi.”

 

Gud gav okkum sáttargerðartænastuna

Tá ið D. L. Moody hoyrdi avbjóðingina, sum ein Guds maður í Onglandi kom við, tá ið hann segði, at verðin hevur enn ikki sæð, hvat ið Gud av sonnum kann gera í og við einum manni, sum gevur seg heilt og fult yvir til Guds, segði Moody: “Eg ætli mær at verða tann maðurin!”

 

Jonathan Edwards bað alla náttina í neyð fyri teimum glataðu, áðrenn hann skuldi tala sunnudagin. Hann talaði, so at syndarar hildu sær í súlunum í høllini og róptu: “Náði, náði, vit fara til helvitis!”

 

David Brainard lá eina viku fyri og aðra eftir úti í skógunum, sundursoraður av neyð fyri indiánunum í Norðuramerika, og bað Gud frelsa teir. Indiánar í túsundatali streymaðu til hansara møtir og blivu frelstir frá syndum og lastum.

 

T. B. Barrat stríddist dag um dag í einsemi í New York, fyltur við neyð fyri teimum glataðu og fyri at gerast tann maður, Gud vildi hava hann at vera. Gud møtti honum við Andans dópi, og hann gjørdist eitt amboð, sum bleiv brúkt at frelsa heilar mannfjøldir.

 

Eingin er nakrantíð vorðin ein sálarvinnari fyri Harran, uttan at hann hevur havt neyð fyri teimum glataðu. Øll byrjaðu í smáum, tey byrjaðu við tí, tey høvdu. Tá ið vit verða frelst, eru vit øll gjørd til sálarvinnarar.

 

Bíblian sigur: “Men alt er frá Gudi, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðartænastuna; við tað at tað var Gud, sum í Kristi gjørdi heimin sáttan við seg, og hann tilroknar teimum ikki misgerðir teirra, og hann hevur lagt orðið um sáttargerðina niður í okkum. Vit eru tí sendiboð í Kristi stað, sum var tað Gud, ið áminti við okkum.” 2. Kor. 5,18-20. Vit skulu vera sálarvinnarar heima og úti.