Endatíðin 4:4

Teir ymsu dómstólarnir:

1. Tá ið meinigheitin er rykt upp í luftina, og tey, sum eru deyð í Kristusi, eru risin upp (fyrra uppreisnin), verða vit sett fyri Kristi dómstól. 2. Kor. 5,10: “Tí at vit mega øll verða opinberað fyri dómstóli Krists, fyri at ein og hvør kann fáa afturgoldið tað, sum er útint við likaminum, eftir tí sum hann hevur gjørt, annaðhvørt gott ella ilt.”

1. Hetta er dómurin yvir Guds hús, bara fyri tey trúgvandi. 1. Pæt. 4,17: “Tí at nú er tíðin komin, til at dómurin skal byrja við Guds húsi; men byrjar hann fyrst við okkum, hvat fer tá endin at verða á teimum, sum eru ólýðin móti gleðiboðskapi Guds?”

 

Vit eru frelst; men nú fáa vit at vita, um vit fáa lønina ella missa hana. 1. Kor. 3,11-15: “Tí at annan grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagdur er, og hann er Jesus Kristus. Men um einhvør byggir oman á grundvøllin gull, silvur, dýrar steinar, træ, hoyggj, hálm, tá skal verkið hjá einum og hvørjum verða eyðsýnt; tí at dagurin skal sýna tað, av tí at hann verður opinberaður við eldi; og hvussu verkið hjá einum og hvørjum er, tað skal eldurin prógva. Um verkið hjá einumhvørjum, sum hann bygdi omaná, verður standandi, tá skal hann fáa løn. Um verkið hjá einumhvørjum brennur upp, tá skal hann missa hana; men sjálvur skal hann verða frelstur, men tó sum úr eldi.”

 

2. Dómurin yvir fólkasløgini. Hann verður undan 1000 ára ríkinum. Hann verður útintur á jørðini. Tá fer Kongurin at reinsa út úr ríki sínum øll tey, ið valda skaðar og meinbogar. Hann avger, hvør ið skal fáa lut í gudsríkinum, sum skal skipast á jørðini. Henda dómsviðgerðin umfatar altso menniskju, sum enn liva á jørðini eftir burturrykkingina.

 

3. Dómurin við hvítu trónuna. Hann verður eftir 1000 ára ríkið. Hetta er hin seinna uppreisnin, tá ið tey gudleysu rísa upp og fáa sín dóm. Í honum verða tey ógudiligu dømd og glatað. Hetta eru tey deyðu, sum standa framman fyri Gudi, eftir at himmal og jørð eru vikin burtur.

Effie Campbell umsetti