Endatíðin 3:4
„Ella vanvirðir tú ríkidømið av góðsku hansara og tolmóði og langmóði, og veitst ikki, at Guðs góðska leiðir teg til umvendingar? “
Róm.2,4
Trongdartíðin
Hon verður umrødd í kapitlunum 6, 8 og 16 í Opinberingini. Í hesum kapitlum verður meinigheitin ikki tikin upp á tungu, av teirri einføldu orsøk, at hon er ikki har, hon er farin til himmals. Antikrist hevur ræði í 7 ár, og seinna helvt av hesum tíðarskeiði, 42 mánaðir = 3 1/2 ár hevur hann óavmarkað vald. Nú er tíðin hjá meinigheitin liðug. Náttin er komin, tá ið eingin kann arbeiða. (Jóh. 9,4) Nú liva vit í tí tíðini, har Guds góðska skal dríva okkum til umvendingar. (Róm. 2,4)
Í trongdartíðini verður Guds vreiði opinberað, so fólkasløgini fáa síðsta kall til umvendingar. Men tað er ikki meinigheitin, sum livdi í náðitíðini, sum boðar dómaboðskapin, men einglar úr himli. “Og eg sá annan eingil flúgva uppi undir miðhimninum; hann hevði ævigan gleðiboðskap at boða teimum, sum á jørðini búgva, og øllum fólkasløgum og ættargreinum og tungumálum og tjóðum.” Opb. 14,6.
Bæði vitnini skulu sláa jørðina við plágum og drepa mótstøðumenninar við eldi. Eingin prestur ella trúboðari hevði í náðitíðini fingið eina sovorðna uppgávu. “Og eg skal geva mínum tveimum vitnum, at tey skulu profetera í eitt túsund og tvey hundrað og seksti dagar, klædd í sekkjum … Og um einhvør vil skaða tey, gongur eldur út úr munni teirra og oyðir fíggindar teirra; og um einhvør skuldi vilja skaða tey, skal hann á tann hátt verða dripin. Hesi hava vald til at lata himmalin aftur, so at tað ikki kemur regn teir dagarnar, teir profetera; og tey hava vald á vøtnunum, at umskapa tey til blóð, og at sláa jørðina við alskyns plágu, so ofta sum tey vilja.” Opb. 11,3-6.
Meinigheitin hevur samband við heimshendingarnar: 24 elstar sita á trónum og virka sum prestar og kongar. Opb. 5,8-10. Meinigheitin fær stórt vald og skal døma tey vantrúgvandi. 1. Kor. 6,2.
Veitslan byrjar helst ikki, fyrr enn trongdartíðin er av. “Latum okkum gleðast og fegnast og geva honum æruna, tí at komið er at brúdleypi lambsins, og brúður hansara hevur búgvið seg til.” Opb. 19,7.
Tá ið Jesus talar um okkara æviga heim, kallar hann tað “Faðirhúsið” (Jóh. 14,2). Paulus sigur “upp í luftina at møta Harranum” (1. Tess. 4,17). Menn halda, at “Tað nýggja Jerusalem” verður ikki so langt frá jørðini.
Eftir burturrykkingina koma dómshandlingarnar:
1. Tey 7 innsiglini
2. Teir 7 lúðrarnir
3. Tær 7 vreiðiskálirnar
Dómshandlingarnar vara í 7 ár, kallað 70. ársvika Dánjals.
So verður Jesus opinberaður í dýrd. Opb. 19,11-21.
Edvard Poulsen

