Eldhugin hjá sálarvinnaranum 3:5

Trúboðaraakrarnir hava brúk fyri sálarvinnarum
Tí, av tí at tú ert flógvur, og ert hvørki heitur ella kaldur, skal eg spýggja teg út úr munni mínum – við tað at tú sigur: »Eg eri ríkur og havi fingið almikið og havi onga neyð« – og tú veitst ikki, at tú ert vesælur og eymur og fátækur og blindur og nakin; tí ráði eg tær, at tú keypir av mær gull, brent í eldi, fyri at tú kanst verða ríkur, og hvít klæði, fyri at tú kanst klæða teg við teimum, og skommin av nakni tínum ikki skal verða at síggja, og salvu at smyrja eygu tíni við, fyri at tú kanst síggja.
Op.3,16-18

 

Aril Edvardsen

Eg havi heldur einki álit á trúboðaraevnum, sum ganga í meinigheitini, eftir at tey hava kunngjørt kall sítt, og bíða eftir, at onkur skal senda tey út.

 

Eg havi sæð slík fólk, sum als onga neyð hava fyri sálunum yvirhøvur. Tey eru bara gripin av trúboðararomantikkinum – tey eru ikki sálarvinnarar. Hvussu kunnu vit síggja tað? Jú, tað er lætt at síggja.

 

Tú verður ikki sálarvinnari, um tú kemur til eitt annað land; men tað er nakað, tú ert. Eitt ektað trúboðaraevni er eisini ein sálarvinnari heima í meinigheitini. Hann gongur frá hurð til hurð við kristiligum lesnaði, er á útpostum, hevur andaktir á sjúkrahúsum og ellisheimum, virkar í sunnudagsskúlanum, á útimøtum, býtir út traktatir o.s.fr.

 

Um eitt trúboðaraevni ikki ger hetta og hevur fingið eldhugan hjá einum sálarvinnara inn í blóðið, er hann als ikki verdur at senda út á trúboðaraakurin. Trúboðaraakrarnir hava brúk fyri sálarvinnarum.

 

Tá ið talan er um fyristøðumenn og elstabrøður í okkara meinigheitum, hava nógvir teirra brúk fyri einum nýggjum loga og sálarvinnaraeldi. Nógvir elstibrøður hava ikki neyð fyri sálunum. Tað er bara eitt heiti, ein tittul teir hava.

 

Nógvir elstibrøður eru sjáldan á bønarmøti, bara viðhvørt á eftirmøti, ongantíð á húsavitjan, vitna ikki á arbeiðsplássunum, ella har nýtt kristiligt virksemi verður byrjað. Teir hava bara eina støðu í meinigheitini; men teir eru ikki sálarvinnarar. Elstibrøðurnir skulu ikki vera paradufigurar ella høvuðkambar í meinigheitini. Teir skulu vera sálarvinnarar.

 

Vit mugu øll gerast sálarvinnarar

Rættiliga nógvir fyristøðumenn hava heldur onga byrðu fyri teimum glataðu. Alt virki teirra vísir, at tað er so. Møtir eru bara eini tvey kvøld um vikuna – pluss eitt bønamøti. Allan dagin gjøgnum vikuna hava teir frí, umframt hini kvøldini; men teir útinna bara eitt arbeiði í tí meinigheitini, har teir eru settir í starv.

Teir hava ong neyð fyri útpostunum, nýbyrjanarstøðunum, teimum nýggju býlingunum ella sethúsabýlingunum. Teir koma als ikki við, tá ið útimøti eru, og tað verður evangeliserað, ella á húsavitjan, ella tá farið verður frá hurð til hurð við traktatum og bløðum. Teir hava bara síni føstu møti í meinigheitini – men sálarvinnaraarbeiðið hava teir ikki gjørt til sín brennandi áhuga.

 

Um allir fyristøðumenn høvdu neyð fyri sálunum, kundu teir hildið møti fleiri dagar um vikuna á nýbyrjanarplássunum í teirra økjum, staðin fyri at hava frí teir dagarnar, tá ið teir ikki eru á møti í meinigheitini. Bara av hesum høvdu vit fingið ein nýggjan evangeliseringsanda í landi okkara.

 

Nógvir trúboðarar, sum koma heim av trúboðaraøkrunum, kunnu vera heima í fleiri ár uttan at taka lut í sálarvinnaraarbeiðinum. Hava teir bara neyð fyri heidningasálunum? Hví eru teir ikki við á útimøtum, útpostum, húsavitjan, nýbyrjanararbeiði, o.s.fr. her heima at vinna tær glataðu sálirnar?

 

Eg tosi ikki um at hava frí í nakrar mánaðir, sum trúboðararnir so sárt treingja til. Men mangir kunnu vera heima í langsamiligar tíðir og taka sær onnur arbeiði, og tað tykist ikki, sum teir hava nakra neyð fyri teimum glataðu sálunum yvirhøvur. Eru sálirnar heima í Noregi ikki líka dýrabarar sum sálirnar á trúboðaraakrinum?

 

Nógvir limir í meinigheitini eiga heldur onga neyð fyri sálunum. Teir bara krevja og taka ímóti signingum alt lívið, uttan at vera uppií at vinna sálir. Neyðin er burturblivin, visjónin er deyð, eldurin er slóknaður, trúgvin er útbrend, og kærleikin er vorðin kaldur.

 

Okkum er tørvur á nýggjum himmalskum brandi niður yvir okkara meinigheitir. Vit mugu gerast sálarvinnarar. Allir limirnir í meinigheitini mugu fara til verka. Vit mugu vitna um Jesus allastaðni.