Eldhugin hjá sálarvinnaranum 2:5

“Vit skulu blíva – Tit skulu vera”

„Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.« “
Ápg.1,8

 

Aril Edvardsen
Á ferðum mínum í Norðurlondum havi eg hitt menniskju, sum hava tosað við meg um sítt kall at fara út á trúboðaraakurin ella at gerast evngelistur, og tey hava biðið meg um ráð.

 

Ein partur av hesum ungu monnum og kvinnum hava longu skilt, hvat ið tað er at tæna Gudi, og tey fara óivað at vaksa fram til ríka signing. Men mong av hesum, sum greiða frá kalli sínum, hava eina løgna fatan av hesum at tæna Gudi – vera ein sálarvinnari.

 

Tey siga, at tey hava kall, og ganga runt og bíða eftir onkrum “stórum”, sum skal henda, so at tey verða brúkt til stóra signing sum trúboðarar.

 

Trúboðaraevnini ganga heima í meinigheitunum og bíða eftir, at meinigheitirnar skulu senda tey út, so tey kunnu byrja sín sálarvinnaragerning. Bæði hesi evangelistevnini og trúboðaraumsøkjarar bíða eftir, at tey skulu blíva vitnir.

 

Men Jesus segði: “Tit skulu vera vitni Míni,” (Áps. 1,8 V.D. ums.) Eingin kann verða ein evangelistur ella trúboðari eftir einari nátt. Eingin verður ein sálarvinnari, av tí at hann ella hon fer út á trúboðaraakurin.

Eingin verður evangelistur eftir einari løtu, við at okkurt “stórt” hendir. Tað at verða sálarvinnari er ikki okkurt tú verður, tá ið tú fært eitt starv sum evangelistur ella trúboðari. Tað er ein føðingardagsgáva. Sálarvinnaraglóðin er nakað, sum sálarvinnarin hevur “í blóðinum”, av tí at hann hevur tikið ímóti Jesusi, heimsins størsta sálarvinnara. Kristus livir í hjarta hansara. Eg havi einki álit á ungdómum, sum vilja blíva evangelistar, og sum bara ganga runt og bíða eftir, “at okkurt stórt skal henda”, og at tað fer at leggja seg til rættis, so at tey kunnu blíva evangelistar og fara út á vígvøllin.

 

Tað “stóra” kemur ongantíð. Vit skulu ikki “blíva” sálarvinnarar, vit skulu “vera” tað. Hvar vit ganga, hvar vit eru, á ferðum, á arbeiðsplássum, í skúlum, í meinigheitini, á gøtunum, frá hurð til hurð, í sunnudagsskúlanum og á útpostum skulu vit vera sálarvinnarar.

 

Um vit eru slíkir sálarvinnarar, hava vit møguleika at gerast ein av Gudi náðaður evangelistur. Um vit ikki eru sum ein slíkur, verða vit bara prædikumenn, orðaskvaldrarar og matprestar. Ikki allir prædikumenn eru sálarvinnarar. Men Jesus beyð okkum at vera sálarvinnarar. Um tú skalt blíva ein av Gudi náðaður evangelistur ella trúboðari, mást tú byrja frá “Jerusalem” og vera ein sálarvinnari – eitt vitni.