Brellast eftir Guds orði
”Hvør søt er tín tala fyri góma mín, meira enn hunangur fyri mín munn!”
Sálm. 119,103
Í gamlari jødiskari mentan byrjaði tann lógbundna útbúgvingin, tá ið eitt barn var 6 ár. Jødiskir dreingir vórðu innskrivaðir í synagoguskúlan í sínari bygd. Hesir skúlar vórðu nevndir ”bet sefer”, og tað merkir ”húsið hjá bókini”. Tá ið teir vóru lidnir 4 ár seinni, høvdu teir lært alla Torahina uttanat – hvørja striku og hvønn tittul í 1. Mósebók, 2. Mósebók, 3. Mósebók, 4. Mósebók og 5. Mósebók varð rist inn í teirra heilabørk við uttanatlæru. Har hvarv okkara umbering fyri ikki at skula læra nakað uttanat, ha?
Sambært gamlan siðaarv smurdi rabbinarin fyrsta skúladagin skrivitalvuna hjá næmingunum inn í hunang. Síðani bað rabbinarin sín flokk sleikja hunangin av sínari talvu, meðan teir lósu Sálm 119,103: ”Hvør søt er tín tala fyri góma mín, meira enn hunangur fyri mín munn!” Hetta var hitt fyrsta og kanska tað týdningarmesta, sum teir komu at læra í allari sínari útbúgving. Rabbinarin vildi, at næmingar sínir skuldu gerast hugtiknir av Guds Orði. Hann vildi, at teir skuldu smakka og síggja, at Gud er góður. (Sálm. 34,9) Jeremia segði: ”Eg fann orð Tíni, og eg át tey; orð Tíni vóru mær til frøi og hjarta mínum til gleði….” (Jer. 15,16)
David sagde: „Dine ord giver lys, når de åbner sig, og giver de uerfarne forstand.“ Salme 119,130 Når du længes efter Guds Ord, så vil Helligånden, der er Ordets forfatter, gøre to ting for dig. Først vil Han åbenbare det for dig. Dernæst vil Han påminde dig om det.“ „ … et Ord til dagen. Effie Campbell oversatte
Tá ið tú mungar eftir Guds Orði, vil Heilagi Andin, sum er Orðsins rithøvundur, gera tvey ting fyri teg. Fyrst vil Hann opinbera tað fyri tær. Síðani vil Hann minna teg á tað. ”… et Ord til Dagen” ”
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

