Bíbliuskeiðið 2026: Hoyr fyrilestrarnar nú
Á árliga bíbliuskeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Nesvík varð fokus sett á evnið “Guds trúfesti og okkara”.
Nú eru allir seks høvuðsfyrilestrarnir tøkir at lurta eftir. Fyrilestrarnir eru býttir í tvær røðir.
Í fyrru røðini undirvísir Jonhard Jógvansson út frá Jónasar bók við fyrilestrunum:
- Jónas verður kallaður
- Jónas og fiskurin
- Jónas í Nínive
Í seinnu røðini undirvísir Jákup E. Petersen um trúfesti í gerandislívinum:
- Trúfesti heima
- Trúfesti í meinigheitini
- Trúfesti í samfelagnum
Undir greinini ber til at lurta eftir øllum seks fyrilestrunum.
Ynskir tú heldur at lurta gjøgnum tín egna podcast-spælara, finnur tú eisini røðina á Spotify HER.
Carsten Fonsdal Mikkelsen
