Guds lyfti halda
„Tí skal Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Sí, moyggin verður við barn og føðir son, og hon kallar hann Immanuel. “
Es.7,14
Tá ið Gud gevur eitt lyfti, so heldur tað, men tað kunnu gott ganga fleiri ár, frá tí at vit fáa lyftið, til tað gongur út. Tað eru fleiri dømi í Bíbliuni um tað.
1. Ábraham hevði fingið lyfti frá Gudi, at hann skuldi fáa ein son, men mong ár gingu, til lyftissonurin, Ísak, kom.
2. Jósef visti gjøgnum ein dreym, at hann einaferð fór at ráða yvir beiggjum sínum. Men hann mátti líða nógv av egnu familju síni, og vegna lygisøgur endaði hann í fongsli. Men Harrin var alla tíðina við Jósefi og gav honum miklan vísdóm, sum førdi til, at hann fekk bjargað fólkinum undan hungursneyðini, sum kom yvir landið. – Tá bleiv lyftið uppfylt. Fárao segði við Jósef: ”Sí, eg seti teg at ráða yvir øllum Egyptalandi. (1. Mós. 41,41)
3. Dávid var ungur hirðadrongur, tá ið Harrin sendi Sámuel at salva hann til kong. Men tað gingu mong ár, áðrenn hann varð settur í tað embætið.
Tá ið tað ræður um forbøn fyri okkara kæru, serliga hetta at tey mugu blíva frelst, so er tað við hvørt so, at forbiðjararnir eru deyðir, áðrenn bønin gongur út. Men bønin varð ikki biðin til einkis, hon bleiv hoyrd.
Effie Campbell
Edvard Poulsen

