Ein ræðuligur setningur

Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.
Matt.6,33

 

Í Dánjals Bók kap. 2 lesa vit um kongin í Bábylon, Nebukadnezar, sum hevði sorað sundur templið hjá jødunum í Jerusalem, og hann hevði rænt og flutt burtur teir jødar, sum høvdu bestu útbúgvingina, til Bábylon.

 

Teirra millum vóru Dánjal, Hánanja, Misjael og Ázarja, sum allir fingu bábylónsk nøvn fyri at gera til einkis teirra jødiska samleika, men tað eydnaðist ongantíð.

 

Nebukadnezar hevði ein dreym, sum hann bað sínar stjørnuspámenn og vísmenn týða. MEN fyrst skuldu teir siga honum, hvat ið hann hevði droymt – og tað kundu teir ikki. Endin á tí søguni hevði verið, at Nebukadnezar hevði dripið teir allar, um ikki Dánjal legði uppí. Hann fór nevniliga til lívvaktina hjá kongi, Arjok, og segði: ”Gev mær tíð at umráða meg, so skal eg týða konginum dreymin – og siga honum, hvat ið hann merkir.

 

Hetta gekk kongur inn uppá – og so kemur BØNARKRÓKURIN – LOYNIKAMARIÐ – SKATTKAMARIÐ – inn í myndina, sum tað altíð eigur at gera – sum tað fyrsta, sum tað, ið stendur ovast á okkara lista. Tað stendur í Dán. 2,17-18: ”Síðani fór Dánjal heim til sín sjálvs og greiddi vinmonnum sínum Hánanja, Misjael og Ázarja, hvat ið var hent, og hann legði teimum eina við at BIÐJA Himmalsins Gud um NÁÐI. Bara um Gud opinberaði kongsins dreym fyri teimum, sluppu teir og hinir vísmenninir undan at lata lív

 

Minst til lyftið í Matt. 6,6:

Far inn í kamar títt –

lat aftur hurð tína –

bið til Faðir tín –

og Faðir tín skal løna tær.

 

Tað upplivdu eisini Dánjal og teir tríggir vinmenn hansara. Gud vísti Dánjali tað, sum kongur hevði droymt – og restina kanst tú lesa í Dánjals Bók kap. 2.

 

Tað er ein ræðuligur setningur í samband við at finna svar upp á ein trupulleika. Eftir at vit SJÁLV hava roynt alt møguligt fyri at finna svarið, ljóðar setningurin: ”SO ER BARA BØNIN EFTIR!”

 

Tað vil siga, at Gud stendur síðstur á listanum. Hatta má ikki vera okkara erpni hugburður. Men SØKIÐ FYRST GUDS RÍKI (Matt. 6,33), tí so sleppa vit undan mongum vónbrotum. Moses Hansen. Effie Campbell umsetti