Bíbliunnar Jesus – 1:7
trúarinnar upphavsmaður og fullkomnari
Aril Edvardsen hevur skrivað hesa grein. Eg havi so roynt at funnið fram til øll skriftstøðini, ið sipað verður til.
Matt. 16,15-17 – Jesus spyr lærisveinarnar:
„Hann sigur við teir: »Men tit, hvønn siga tit meg vera?« Tá mælti Símun Pætur og segði: »Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.« Men Jesus svaraði og segði við hann: »Sælur ert tú, Símun Jónasarsonur, tí at hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlunum.“
Judas 1,3:
„Elskaðu tit; tá ið tað var mær ógvuliga nógv um at gera at skriva til tykkara um okkara felags frelsu, helt eg meg vera noyddan til at skriva til tykkara at minna tykkum um at stríðast fyri teirri trúgv, sum eina ferð fyri allar er fingin hinum heilagu. “
Tað er sambandið og støðutakanin hjá tí einstaka menniskjanum til Jesus Kristus og hansara persón, sum, tá ið samanum kemur, er hitt avgerandi um aldur og allar ævir. Jesus Kristus, heimsins Frelsari, er persónurin, sum alt snýr seg um.
Bíblian sigur: „Hvør tann, sum trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Guði; og hvør tann, sum elskar faðirin, elskar eisini tann, sum er føddur av honum. “ 1. Jóh.5,1
“Hvør tann, sum trýr, at Jesus er Kristus (Messias), er føddur av Gudi” (1. Jóh. 5,1).
Og víðari: „Tann, sum viðkennir sær, at Jesus er Guðs sonur, í honum verður Guð verandi, og hann í Guði.“ 1.Jóh.4,15
Tað er í roynd og veru hetta, sum alt stendur og fellur við, eisini í endatíðini. Og tað er tað, sum altíð hevur verið høvuðsspurningurin (aðalmálið) frá hvítusunnudegnum til dagin í dag. Spurningurin hevur verið, um Jesus Kristus er upprisin, um hann er sonur Guds. Hetta er “tann trúgv, sum eina ferð er fingin hinum heilagu” (Judas 1,3) – nevniliga trúgvin á Jesus sum son Guds.
Edvard Poulsen

