Talvudagur til frama fyri sunnudagsskúlan
Í hesum døgum verður Talvudagur hildin í fleiri kirkjum kring landið til frama fyri sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Í summum kirkjum var talan um síðsta sunnudag, meðan aðrar kirkjur hava Talvudag komandi sunnudag.
Sunnudagsskúlin virkar runt alt landi. Nógv eru børnini, sum trúliga møta upp, viku eftir viku, at hoyra bíbilsøgu, at syngja saman og til hugnaligan felagsskap.
Umframt sunnudagsskúlaarbeiðini kring landið eru fleiri summarlegur í Nesvík og aðrastaðni hvørt summar. Fleiri hundrað børn leita sær hvørt ár á legu, har tey eru til bíbliutímar, stuttleika sær úti og inni við at gera ítriv, spæla, ítrótt, syngja og mangt mangt annað. Seinastu árini er undirtøkan vaksin støðugt. Umframt summarlegurnar eru onnur tiltøk, millum annað vælumtókti sangfagnaðurin, sum er í heystferiuni.
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur starvsfólk, hvørs uppgáva er at samskipa leguvirksemi og stuðla arbeiðinum og hjálpa sunnudagsskúlunum kring landið millum annað við frálærutilfari, ráðgeving og menning av sunnudagsskúlaleiðarunum. Harafturat gjørdist Spírar partur av barnaarbeiðinum hjá Heimamissiónini á nýggjárinum í ár.
Arbeiðið hjá Sunnudagsskúlanum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður í stóran mun fíggjað við gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.
– Vit eru takksom fyri øll, sum bera sunnudagsskúlan fram í bøn, tænastu og við fíggjarligum stuðli. Okkara ynski er, at børn kring alt landið fáa møguleika at hoyra um Jesus og kenna Guds orð, sigur Vivian Ole-Jacobsen, leiðari fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.
Tey, sum ynskja at geva eina gávu til barnaarbeiðið, kunnu flyta eina upphædd á
Kontonr.: 6460-462.256.3 og viðmerkja ‘talvudagur’.
Sunnudagsskúlin takkar hjartaliga fyri vælvild frá kirkjuráðum og kirkjufólki og fyri gávuna, sum kemur inn.
Carsten Fonsdal Mikkelsen


