Hoydalsspírar savnaðu ungdómin

Jóhanna Sámalsdóttir og Anna Louisa Mýri, sum blivu kendar sum tveir av spírunum í sendingini Hoydalar í Kringvarpinum, savnaðu nógvar ungdómar og vaksin til ungdómsmøtið við Tjarnir í kvøld.

Jóhanna Sámalsdóttir og Anna Louisa Mýri sungu fýra sangir saman, meðan fleiri góðir tónleikara spældu undir. Og tær bergtóku stóru áhoyrarafjøldina.
Ungdómsmøtið var seinkað ein hálvan tíma av teknikskum ávum.

Men tá tað so byrjaði nakað eftir klokkan 22, vóru so at siga allir stólarnir, sum vórðu settir upp niðri á vøllinum, fullsettir.

Hann vil geva tær lív
Jóhanna Sámalsdóttir og Anna Louisa Mýri lósu okkurt skriftstað og bóru fram stuttar vitnisburðar í sambandi við sangirnar.

Millum annað læs Anna Louisa Mýri Matteus 11,28: ”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu”.
Tær løgdu báðar dent á, at, sum tað stendur í sanginum Einsemi, sum tær sungu, at ”hann vil geva tær lív, hann vil halda tær uppi”.

LES EISINI  HMU-kór stovnað til stórmøtini

Tær sungu eisini Ver tú hjá mær, og Á Kristus bert er vónin bygd.
– Kristus doyði fyri okkum, og vit eiga ævigt lív í honum, segði Jóhanna Sámalsdóttir.

Óuppiborið
Suni Justinussen talaði á ungdómsmøtinum. Hann talaði yvir evnið ”Óuppiborið”.
Hann segði millum annað, at viðhvørt uppliva vit, at onkur vinnur óuppiborið.
– Paulus, sum eisini var kallaður Saul, fór illa við teimum kristnu. Hann forfylgdi teimum. Hann hevði ikki uppiborið at fáa náði. Men Jesus sýni honum náði. Sama var við ránsmanninum á krossinum. Hann hevði ikki uppiborið náði, men hann fekk náði, segði Suni Justinussen.
Hann segði eisini, at vit hava ikki uppiborið náði. Men kortini hevur Jesus sýnt okkum náði. Heilt óuppiborið.
Hann læs millum annað Rómverjabrævið 3,23-24:
”Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi.”

Skriftin eina

Fyrsti dagurin á Stórmøtinum við Tjarnir eydnaðist væl og savnaði fitt av fólki allastaðni úr landinum.
Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talaði til fyrra møtið yvir evnið ”Skriftin eina”.
– Tað er sami Jesus, sum møtir tær í dag, sum eisini møtti fólki í Ísrael fyri 2000 árum síðani. Jesus hoyrir, tá ið vit rópa til hansara, líka mikið hvar í heiminum vit eru, segði Torleif Johannesen.
Hann greiddi millum annað frá eini søgu í Kosta Riga, har ein maður kom inn í ein bíbliuhandil og spurdi, hvat ein bíblia kostar. Hann fekk at vita prísin, og kvinnan í handlinum rætti honum eina bíbliu. Nei, segði hann, eg skal bara rinda fyri eina bíbliu. Eg var her fyri nøkrum vikum síðani og stjól tá eina bíbliu. Eg væntaði tá at kunna selja hana víðari og fáa pengar fyri hana. Men eingin vildi keypa. So byrjaði eg sjálvur at lesa, og nú havi eg møtt honum, sum gongur sum ein reyður tráður gjøgnum Bíbliuna, Jesus. Nú eri eg komin at rinda fyri bíbliuna.

LES EISINI  Stórt bókaborð undir Stórmøtunum

Torleif Johannesen vísti á, at Martin Luther legði stóran dent á ”Skriftina eina”, at tað er bara gjøgnum skriftin eina, at vit kunnu læra Jesus at kenna. Og tí er Guds Orð tað avgerandi í lívi okkara.


Nógvur felagssangur
Væl av fólki vóru eisini til fyrra møtið
Tá sang Manskórið í Thabor í Fuglafirði.
Tað var eisini nógvur góður felagssangur bæði til møti og til ungdómsmøtið. Og góðir tónleikarar og forsangarar.

Meðan møtið var, vóru børnini til barnaansing og tiltak var fyri juniorar.

Í steðginum var drekkamuður at fáa.
Stórt bókaborð er eisini, har høvið er at hyggja eftir bókum og ymiskum øðrum kristiligum tilfari.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina