Greiður boðskapur um at tað eru tveir vegir

Seinasta Stórmøti hjá Heimamissiónini á hesum sinni er av. Aftur í kvøld vóru nógv fólk í høllini við Tjarnir og hoydu boðskapin um, at tað bara eru tveir vegir, og at um vit ikki eru á veg til himmals, so er glatan fyri framman

Tað var Pól Johannesen, trúboðari, sum talaði. Hann talaði um evnið ”Náðin eina.”

– Eg eri sannførdur um, at tað eru tvær leiðir, og at tað er ein ævinleiki eftir hetta lívið. Men tori eg at vera greiður um tað, sum eg eri sannførdur um. At tað eru tveir útvegir, spurdi Pól Johannesen.

Jesus og ránsmenninir á krossinum

Pól Johannesen tosaði um báðir ránsmenninir á krossinum, sum vóru so sera tætt við Jesus. Báðir fingu ein bjargingarkrans, men bara annar tók um bjargingarkransin.

– Annar ránsmaðurin bað um fyrigeving; hann rópti á Jesus og hann fekk hjálp. Og Jesus lovaði, at hann skuldi vera við honum til Paradís, segði trúboðarin.

Hann vísti eisini á Martin Luther, sum leitaði eftir at finna ein náðigan Gud. At enda opinberaði Gud fyri honum, hvussu hann fann ein náðigan Gud. Tað er ikki nakað tú gert, sum bjargar tær. Tað er bara tað, sum Jesus hevur gjørt, sum kann bjarga tær.

Hann vísti millum annað til Efesusbrævið 2,8: ”Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva.”

Hvør kann ognast hetta? Øll fólk til allar tíðir.

LES EISINI  Nógv vitjandi til opið hús á nýggju skrivstovuni


Á deyðsgongini

Pól Johannesen var sera persónligur á møtinum.

– Eg havi sitið á deyðsgongini. Tað var, tá ið eg fyri nøkrum árum síðani var á sjúkrahúsi í Danmark, álvarsliga sjúkur. Vit fingu ring boð, læknarnir vistu ikki, hvat teir skuldu gera. Vit lósu, bóðu, grótu og lurtaðu eftir kristiligum tónleiki. Vit løgdu til rættis mína jarðarferð, hvør skuldi siga nakað, hvørjir sangir skuldu syngjast og so framvegis. Vit skrivaðu eisini á facebook um støðuna og heittu á fólk um at biðja fyri mær. Og nógv bíðu, takk fyri tað. Sjálvt í hesi truplu støðuni, fall ein friður yvir meg. Eg visti at eg átti Jesus, og tá visti eg eisini, at tað er eitt ævigt lív fyri framman, sigur Pól Johannesen.

Sama kvøld broyttist støðan til tað betra.

– Eg upplivdi hetta sum at sita á deyðsgongini. Men sum sagt var friður í hjartanum. Tí eg kenni mannin á tí mittasta krossinum. Hann, sum hevur vunnið mær eitt ævigt lív. Hvat er størri enn at eiga frið við Gud. Og at eiga frið við menniskjur.

Hevur tú sett títt álit á Jesus?

LES EISINI  Beinleiðis frá Stórmøtinum 2026

– Kæra menniskja. Tú skalt eisini einaferð sita á deyðsgongini. Tú kanst hava fyrireikað tína jarðarferð, men kortini verða glataður. Hví? Tí tú ikki setti títt álit á mannin á tí mittasta krossinum.

– Kanska hevur tú ongantíð rópt á Jesus og biði um fyrigeving. Tað gjørdi ránsmaðurin á krossinum. Og hann fekk himmalin. Tað kanst tú eisini fáa. Nú ert tú á lívi. Tað er enn tíð. Brúka møguleikan, segði Pól Johannesen.

Bara av náði

Til møtið í kvøld sungu Gadders av Nesi. Sum altíð sera vakurt.

Tey løgdu dent á, at frelsan er av náði. Tað er ikki vegna okkum sjálv, at vit ognast frelsuna. Alt er óuppiborið, av náði.

Fyrsti sangur teirra var ”Bara av náði.”

Annar ”Eg vil geva tær Harri mín lovsong.”

Og triði ”Harri, mínar troyttu hendur.”


Sjónvarpsmøti

Eftir møti var drekkamuður at fáa.

Kringvarpið tók møtið upp í kvøld, og tað verður víst í sjónvarpinum um nakrar vikur.

LES EISINI  Hoydalsspírar savnaðu ungdómin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina