Gud tosar tibetanskt
„Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Guð frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum. “
Ef.2,10
Johan Hovda
Søgan um, hvussu Bíblian varð týdd (1856–1948), verður greitt frá í bókini hjá Allan Maberly „God spoke tibetan“. Á norskum eitur henda bók „Heltedåd i Tibets fjellverden“, og bókin er tøk á netinum á www.nb.no
Yoseb Gergan var sonur ein fyrrverandi fíggjarmálaráðharra, Tempu Gergan, sum noyddist at flýggja úr Lhasa vegna falskar ákærur. Teir ákærdu hann fyri at hava gjørt av við tann Dalai Lama, sum var samtíðarmaður hansara. Tempu búsettist í Luba-dalinum norðan fyri høvuðsstaðin, Leh, í tí sum teir kallaðu „Little Tibet“, sum er tann indiski parturin av Kashmir.
Yoseb skuldi yvirtaka handilsfyritøkuna eftir pápan, men á ungum árum droymdi hann eina náttina, at ein karavan við múldýrum steðgaði uttan fyri hansara dyr við fínum og dýrum vørum úr Kina og Nepal. Handilsmenninir søgdu, at hetta vóru hansara skattir, og meir fór at koma.
Yoseb vaknaði av hesum dreymi, men sovnaði aftur og fór aftur at droyma. Hesa ferð var hann í einari fátæksligari kirkju, og ein maður las úr Bíbliuni á tibetanskum. Síðurnar vóru skrivaðar við eldbókstøvum.
Hann kendi røddina á talaranum aftur sum egnu rødd sína. Fólkini lurtaðu væl eftir. So hoyrdist ein rødd: „Hvønn veg velur tú, vinur mín? Annar bjóðar ríkidømi og luksus, men onga vón um ævigt lív. Hin vegurin er harður, men førir til ein bý úr gulli og ævigari gleði.
Ein týskari, Heinrich Jaeche, týddi Jóhannesarevangeliið (1856–1862). Men tað fekk lítla útbreiðslu og var ringt at skilja. Yoseb Gergan fer undir at týða Nýggja Testamenti, sum verður liðugt í 1903, og so týðir hann alla Bíbliuna, sum er liðug í 1935.
Søgan vísir okkum, at tá ið Guds orð verður týtt, verður altíð eitt andaligt stríð. Tað er áhugavert at lesa um, hvussu nógv ógvisligt hendir, áðrenn tær fyrstu 5.000 Bíbliurnar at enda verða prentaðar í 1948. Effie Campbell umsetti.
Edvard Poulsen

