Tá ið kreppan nívir
”Hann sang: “HARRIN er klettur mín, borg mín, hjálparmaður mín, Gud mín, fjall mítt, sum eg søki mær skjól hjá, skjøldur mín, frelsuhorn mítt, vernd mín, lívd mín, frelsari mín – frá yvirgangi frelsir Tú meg!”
2. Sám. 22,2-3
Kristina Zorba Jensen
Sum vit ganga fram gjøgnum lívið, renna vit øll okkum í umstøður, har vit onga loysn síggja. Vit halda, at dagurin er ov stuttur at náa tað, vit skulu náa. Ella vit hava skeldast við okkara hjúnafelaga. Ella at bunkin við teldubrøvum verður størri og størri. Ella høvdið er um at bresta av trupulleikum. Ella tú hevur verið í Keypsamtøkuni tvær ferðir og gloymir at keypa mjólk hvørja ferð. Ella tú hevur fólk uttan um teg, sum tað er ógjørligt at gera nøgd. Ella at sjúka rakar aftur og aftur. O.s.fr.
Alt hetta er ein partur av okkara gerandisdegi, og soleiðis er tað bara. Tí vit eru menniskju og sleppa ikki undan slíkum. Men hvussu royna tú og eg at loysa trupulleikar í lívinum, tá ið kreppan nívir?
Eg hugsi ofta um hesar persónar: – Hvussu heldur tú, at Móses hevði tað, tá ið hann stóð framman fyri Reyða Havinum við øllum fólki sínum, og fíggindin var beint í hølunum? – Hvussu heldur tú, at Dánjal hevði tað, tá ið hann varð blakaður fyri leyvurnar? – Hvussu heldur tú, at teir tríggir vinmenn Dánjals høvdu tað, tá ið teir vórðu blakaðir í ovnin? – Hvussu heldur tú, at Jósef hevði tað, tá ið egnu brøður hansara blakaðu hann í ein brunn og síðani seldu hann? – Hvussu heldur tú, at Maria hevði tað, tá ið hon fekk boð frá einum eingli, at hon skuldi hava barn, sum skuldi verða heimsins Frelsari? Og hon hevði ikki verið saman við manni sínum.
Eg haldi, at tey øll hava kent seg ógvuliga lítil. Kanska hava tey verið so kroyst. at tey bara ynsktu, at lívið mátti endað. Men nei! Trúgv, vón og álit á Gud reisti seg í teimum øllum. Tey vistu hóast ringu umstøðurnar, at tey bóru okkurt í hjartanum, sum eingin fekk tikið frá teimum. Heldur ikki umstøðurnar kundu taka trúnna og lívið í Gudi frá teimum.
Tey vistu, at tá ið Gud var við teimum, so kundi eingin vera ímóti teimum! Tey vistu, at tá ið Gud hevði talað, so virkaði hann eisini! Tey vistu, at mitt í øllum hevði Gud tamarhald á støðuni! Tey vistu, at hóast ódnin leikaði í, so fór Gud at blíðka stormin! Tey vistu, at uttan mun til, hvat ið tey máttu fara ígjøgnum, og uttan mun til, hvat ið teirra høvd segði teimum, so var tað týdningarmikið at varðveita hjartað fram um alt annað. Tí gjøgnum hjartað sprettur trúgvin og lívið!
Tey vistu, at sjálvt um 10.000 reistu seg á aðrari síðuni, og 10.000 reistu seg hinari síðuni, so reisti Gud seg fyri tey og var við teimum! Tey vistu, at sjálvt um tey gingu gjøgnum dal deyðaskuggans, so høvdu tey einki at óttast! Hóast umstøðurnar søgdu tey: “Gud er mín skjøldur og mín borg, eg líti fult og fast á teg, mín Gud!” Tey vistu, at Gud er ein góður og trúfastur Gud í øllum lívsins viðurskiftum.
Eg vóni eisini, at tú og eg vita, at Hann er hin sami Gud og Faðir fyri teg og meg, tá ið vit uppliva stríð og kreppur í lívinum.
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

