Er 1. apríl tín dagur?
„ … Í hjarta dárar siga: »Ei nakar Guð er til.« Teirra gerð er ring, er ljót; ei er nakar, ið ger gott. “
Sálmur 14,1
Ein gudloysingur í Florida var óður, tí at jødar og kristin hava sínar ymisku halgidagar í álmanakkanum, meðan gudloysingar ongan serligan dag hava í árinum, sum er teirra. Hann var so illur, at hann fekk sær ein advokat at føra eina sak móti státinum, so at halgidagarnir hjá jødum og kristnum skuldu strikast úr álmanakkanum.
Eftir at advokaturin hevði lagt sínar grundgevingar fram í rættinum, fóru nevningarnir at samráðast sínámillum. Dagin eftir vóru øll aftur í rættinum at hoyra dómin. Dómarin sló í borðið við hamaranum og segði, at sakin var avgreidd og liðug.
Advokaturin hjá gudloysinginum var fúkandi óður. Tá ið hann fekk orðið, segði hann: “Hetta er ikki ein rættvísur dómur. Jødar hava leyvsalahátíðina, páskirnar, Yom kippur, hannuka og aðrar hátíðardagar. Tey kristnu hava jól, páskir og hvítusunnu. Men gudloysingar hava ikki ein einasta dag í álmanakkanum, sum á ein serstakan hátt er teirra.”
Men dómarin svaraði: “Jú, tað hava teir. Tí skrivað stendur í Sálmi 14,1, at dárar siga í hjarta sínum: “Ei nakar Gud er til,” so 1. apríl, har fólk lumpa onnur apríl, er “dáranna dagur, “dagur tápulinganna”. Hesin dagur er hin serligi dagurin hjá gudloysingum í álmanakkanum. Málið er niðurlagt.”
Mín spurningur ljóðar: Er 1. apríl eisini tín og mín dagur? Hoyri eg upp í dárarnar, teir gudleysu, sum siga í hjarta sínum: “Eingin Gud er til!” Ella syngi eg við gleði og við fullari sannføring:
O, veldis Gud, eg undrandi má skoða
alt ríkidømi, skart og skreyt um lond
og stjørnufjøld á føgrum himnaboga,
ja, alt, ið kom frá tíni skaparhond!
Tí berst mær lovsangur úr barmi út:
O, veldis Gud! O, veldis Gud!
Mín vitnisburður er, at eg syngi henda sálm við stórari gleði og sannføring.
Moses Hansen. Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

