Hevði bíbliutímar í mosku
„Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« “
Matt.28,19-20
Av trygdarávum kunnu vit ikki nevna tey røttu nøvnini ella støðini; men skrivstova okkara váttar, at henda søgan er sonn, og at skrivstovan javna hevur samband við hesa konuna.
Mona var kend fyri sítt skarpa vit og leiðsluevni. Hon undirvísti á lærda háskúlanum í norðurafrikanska býnum, har hon búði, og hon var høgt í metum, av tí at hon var kona ein kendan átrúnaðar leiðara.
Tey hoyrdu til ein serliga afturhaldshugaðan bólk, har konufólkini gingu í svørtum hijab, sum fjaldi allan kroppin, bara eyguni sóust. Ein dagin, meðan maðurin var úti, kom Mona fram á eina nýggja sjónvarpsrás. Vanliga hevði hon ikki hugt at einari kristnari rás; men har var okkurt í sendingini, sum henni dámdi. Hon gjørdist skjótt sera hugtikin av innihaldinum og støðugt meira bilsin av tí, sum hon hoyrdi og sá. Av tí at hon kendi koranina ógvuliga væl, kannaði hon skriftstøðini at vita, um tað hon hoyrdi í sjónvarpinum, veruliga var so. Tað, sum hon kom fram til, gjørdi hana so bilsna, at hon mátti ringja til nummarið á skíggjanum. Hetta var arabiska fylgisveina rásin, sum hon hevði hugt at, og hon kom nu í samband við skrivstovuna hjá Miracle Channel í Stockholmi. Hetta er ein skrivstova, sum hjálpir fólki á veg í teirra trúarlívi. Har vóru vegleiðarar, sum so við og við fingu leitt hana til Jesus og biðið við henni til frelsu.
BÍBLIUTÍMAR Í MOSKUNI
Mona var longu sum ein fyristøðukvinna millum hinar konurnar, og skjótt fór hon at luta tað, hon hevði givið sær far um, við tvær vinkonur undir møtinum í moskuni. Tær kendu seg tryggar í moskuni, har eingin hevði varhugan av, hvat ið tær tókust við. Skjótt undirvísti Mona fast einum heilum bólki av kvinnum í moskuni, sum komu at lesa í Bíbliuni og biðja til Jesus! Nógvar í bólkinum tóku ímóti evangeliinum, og bólkurin helt á at vaksa. Men ein dagin var heilt galið. Bólkurin var vaksin til yvir 25 konur, og ein av teimum nýggju, sum var komin upp í bólkin, meldaði tær til leiðsluna.
AVDÚKAÐ
Allar konurnar máttu flýggja fyri lívinum, so skjótt sum tær kundu. Mona var heilt tikin av bóli, tí tá ið hon kom heim, var øll familjan savnað. Har varð hon bæði sligin og pínd. Hon bønaði og bað mannin og slektina ikki at sláa seg framman fyri børnunum; men eitt systkinabarn svaraði, at tey skuldu vísa børnunum eina ferð fyri allar, hvat ið hendi við einum vantrúgvandi. Bløðandi varð hon so skumpað inn á baðirúmið, og hurðin varð læst aftan fyri hana. Hon hoyrdi gjøgnum hurðina, at tey stóðu úti á gongini og skiftu orð um, hvat ið tey skuldu gera við hana, og hon hoyrdi, at ætlanin var at drepa hana við at leggja hana í baðikarið og geva henni elektriskt sjokk við hárturkaranum, so at tað skuldi síggja út sum ein ólukka.
TIL RÝMINGAR
Meðan Mona hoyrdi hetta, sá hon seg sjálva í speglinum. Hon græt, meðan hon rópti til Gud: “Jesus, eg elski teg! Ert tú nøgdur við tað, sum hendir? Er tað hetta, sum tú vilt hava, at tey skulu gera við meg?” Brádliga hoyrdi hon eitt systkinabarn siga, at tey áttu at bíðað nakrar dagar at drepa hana, til sárini eftir sløgini, hon hevði fingið, vóru grødd, annars fekk løgreglan illgruna. Familjan helt, at tað var eitt gott hugskot og gjørdi av at bíða nakrar dagar at útinna sína ætlan. Longu dagin eftir hevði maður Monu skrivað nøkur uppsagnarbrøv, sum hon skuldi lata inn á lærda háskúlan og aðrar staðir, har hon virkaði og hevði starv, soleiðis at eingin kom at sakna hana, tá ið hon var burtur. Men tá ið hon kom til arbeiðis, rendi hon seg í ein kristnan starvsfelaga á lærda háskúlanum. Starvsfelagin hugdi upp á Monu og skilti beinanvegin, at okkurt var galið. Mona fekk júst stundir at siga henni, hvat ið var hent, áðrenn hon svímaði. Tá ið hon vaknaði løtu seinni, hevði starvsfelagin sett eina rýmingarætlan í verk. Mona fekk boð um at fara inn í ein skúlabuss, sum koyrdi studentar inn til høvuðsstaðin. Hon fekk eitt tíðindablað stungið í hondina, og hon skuldi ikki lata blaðið upp, fyrr enn hon var í bussinum, og hon fekk strong boð um ikki at práta við nakran. Hon fór upp í bussin, og tá hon læt tíðindablaðið upp, sá hon at ein nýggj fartelefon lá fjald innan í blaðnum saman við einum óskrásettum talitíðarkorti og einum lepa við einum loyniligum telefonnummari, sum hon skuldi læra seg uttanat, áðrenn hon skræddi lepan í petti.
Hon ringdi til hetta nummarið, og eitt ókent hjálparfólk møtti henni í høvuðsstaðnum. Har varð hon fjald, til tey fingu útvegað nýggj pappír til hennara, so hon slapp út úr landinum og kundi fáa eitt trygt griðstað í einum stórum býi í Persiska Golfinum. Meðan hon bíðaði eftir útferðarloyvi, frætti hon, hvat ið var hent við einari av hinum kvinnunum í loyniliga bíbliubólkinum. Tað var eydnast Dalilu at flýggja; men hon ynskti sær so inniliga at koma aftur til familjuna bara eina ferð, so hon kundi síggja børn síni aftur. Familjan vissaði hana um, at alt var í lagi; men so skjótt sum Dalila steig út úr bussinum og skuldi fara tvørtur um gøtuna við tann almenna marknaðin í hesum norðurafrikanska býnum, varð hon skotin. Tað var eitt systkinabarn, sum drap hana.
EITT VELDIGT VITNI
Eftir at hava bíðað í spenningi í fleiri mánaðir, eydnaðist tað Monu at sleppa út úr landinum. Í nýggja býnum komu onnur trúgvandi og tóku ímóti henni. Hon hevur nú búð har í meir enn fimm ár; men enn livir hon í støðugum ótta, at myndugleikarnir skulu raka við rætta navn hennara og senda hana aftur. Hon hevur gift seg við einum kristnum mann og hevur tað gott, men krógvar seg.
Hon hevur ikki slept trúnni á Kristus, og frá staðnum, har hon fjalir seg, brúkar hon dagarnar á internetinum at leiða onnur til Jesus. Hon skrivar eisini trúarstyrkjandi greinar og ger eitt stórt arbeiði í Guds ríki. Mona hevur ikki sæð børn síni, síðani hon rýmdi; men hon biður hvønn dag Gud varðveita tey, og at tey eisini mugu finna Kristus, so at tey ein dag kunnu hittast í Himli.
Bente Rognmo Thakre, Troens Bevis febr. 2011 Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

