Saman í bøn í Klaksvík mánakvøldið
Komandi mánadag 16. november kl. 19:00 møtast vit aftur SAMAN Í BØN, hesuferð í KFUM&K í Klaksvík.
Ætlaða bønarkvøldið í missiónshúsinum Porkeri, sum skuldi vera sama kvøld, er flutt til 30. november kl. 19:30.
Endamálið við hesum kvøldunum er at koma saman sum rørsla – sum missiónsfólk úr øllum landinum – í bøn til okkara Skapara, Harra, Kong og Frelsara. Í bøn um veking millum okkara fólk, fyri okkara samfelag, fyri okkara grannum í Íslandi og Grønlandi og fyri teimum ónáddu fólkasløgunum kring heimin.
Eisini bjóða vit ein drekkamunn afturvið kvøldinum.
Við heilsan úr 2. Krýn. 7,14:
“…um fólk mítt, sum navn mítt er nevnt yvir, tá bønandi fellur á knæ og søkir ásjón mína og víkur frá vándu vegum sínum, tá vil eg bønhoyra tey á himni og fyrigeva syndir teirra og grøða land teirra.”
Jákup Brúsá




