Elskið hvørt annað

Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan. Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan. (Jóh 13,34-35)

Hetta versið hevur fylgt mær í eina tíð. Hetta, saman við ”vinn á tí ónda við tí góða”, og ”tey skulu kenna tykkum á fruktunum”,hevur fylgt mær, tí at eg haldi ofta, at tað er so ringt at handla rætt sum kristin at finna tann gylta millumvegin ímillum at tala at og at vera dømandi. Tí tað er ein uppgáva hjá okkum trúgvandi at áminna okkara brøður og systrar í kærleika.

Fram um alt, so eiga vit kristnu at skilja okkum út við at vísa kærleika til hvør annan; vit eiga at vera góð við okkara medmenniskju, og tað eigur at skína úr okkum, at vit eiga Jesus. Ikki meint soleiðis, at vit skulu ganga og rópa tað upp allastaðni, har sum vit eru, men okkara medferð eigur at vísa øðrum, at vit eru trúgvandi.

Vitna, og um neyðugt brúka orð. Nú málið um samkynt hjúnalag (endiliga kann man siga, aftaná at tað hevur fylt so nógv í miðlunum) er avgreitt, so kann man freistast til at hugsa aftur á gongdina í málinum, og hvussu vit kristnu handlaðu, meðan málið koyrdi.

Vístu vit kærleika allan vegin ígjøgnum? Vit skulu minnast til, at sjálvt um Gud ikki dámar samkyndleika, so elskar hann tann samkynda akkurát líka nógv sum øll onnur menniskju. Oftani haldi eg, at vit kristnu eru í so skjót at koma við ákoyingum og døma, og kærleikin kann tykjast at vera burtur. Tað er ikki okkara uppgáva at døma; tað klárar Gud nokk sjálvur. Oftani seta vit hart ímóti hørðum, í staðin fyri at vinna á tí illa við tí góða.

So okkara uppgáva er at vísa tann kærleika, sum Jesus hevur víst okkum við at fara uppá krossin, til øll okkara medminniskju, til øll tey, sum vit umgangast, og til øll, sum síggja okkum, og við kærleikanum skulu vit vinna menniskju til eitt lív saman við Kristi. Eitt lív, sum ikki bert er galdandi her á jørðini, men ævigt heima í Himli.

 Símun Petur Poulsen, Skála