Góð undirtøka til morgunkaffi
Síðani 2009 hava nakrar kvinnur á Strondum skipað fyri morgunkaffi í Missiónshúsinum, triðja hvønn hósmorgun frá klokkan 10 til 12. Fyrsta løtan er í september og síðsta í mai.
-Eg fekk hugskotið frá einum dana, sum vitjaði í Føroyum. Hann segði, at tey høvdu morgunkaffi í missiónshúsinum leygarmorgun og høvdu góðan felagsskap har. Tá komu eisini fólk, sum ikki vanliga komu í missiónshúsið.
Tað sigur Sóley í Selvindi, sum saman við Ann Thomsen, hava havt ábyrgdina av løtuni øll árini. Jana Rasmussen var eisini við til at skipa fyri, fyrstu árini.
-Eg kundi ikki hava løtuna leygarmorgun, tí tá høvdu børnini frí og skuldu ymiskt. Tí varð tað hósmorgun, og hevur verið tað øll árini, sigur Sóley.
-Undirtøkan hevur verið misjøvn, frá 10 og upp í gott 30. Nøkur av teimum elstu, sum komu fyrstu árini, eru farin. Tí er hugaligt at síggja, at onnur eru komin til løtuna. Hetta er eitt tiltak fyri øll, men mest 60+ koma, og tí er løtan eisini merkt av. Vit geva okkum góða tíð til drekka. Síðani syngja vit ein sang, og so er andakt og bøn, ella onkur sigur frá ella vísir myndir, siga tær.
-Fólk gleða seg til løtuna, og onkur teirra setur vekjaran til, so viðkomandi vaknar í góðari tíð og kann verða við til løtuna. Tað er ein blandingur av kvinnum og monnum, ið koma, hóast tað óivað koma fleiri kvinnur enn menn. Tað er hugaligt at síggja, at fólk úr grannabygdunum eisini koma. Øll eru hjartaliga vælkomin til morgunkaffi í Missiónshúsinum á Strondum, siga Sóley og Ann.