Á ákærubeinki Pilatusar

Skrivað hevur: Max Lucado 

Umsett hevur: Andrias Magnussen

Kendasta rættarmál í heimssøguni er um at byrja. 

Dómarin er stuttur, men mætur við eygum sum lýsa sum snarljós og í fínum klæðum. Hárið er gránað og hann er nýrakaður. Hann er ivasamur og fjálturstungin orsaka av, at hann er kroystur út í eina avgerð, sum hann ikki hevur hug at taka. Tveir hermenn styðja hann oman steintrappurnar í borgini og út í forgarðin uttanfyri borgina. Morgunsólin stavar á steinlagda túnið. 

Tá ið hann kemur inn, reisast sýrisku hermenninir, sum eru klæddir í stuttar skikkjur. Teir rætta uppá spjótini og stara beint fram. Túnið, har teir standa, er mosaik við breiðum brúnum væl slitnum steinum. Spølini, sum hermenninir plaga at spæla meðan teir bíða eftir, at fangarnir verða dómdir, eru rist í túnið.  

Men, teir spæla ikki, tá ið landshøvdingin er tilstaðar. 

Ein stásiligur stólur verður settur á ein lítlan platt eini fimm trin upp frá túninum. Dómarin gongur niðan trappurnar og sessast.  

Tann ákærdi verður førdur fram og stillaður framman fyri honum. Ein flokkur av andaligum leiðarum í kappum eygleiðir tað, sum hendir. Teir ganga yvir í eitt horn, og stilla seg har. 

Pilatus lítur at einsamalla manninum… 

“Ert tú kongur jødanna?” 

Jesus lítir upp. Hann flytir ikki høvdið, men hyggur upp. Hann starir at landshøvdinganum. Pilatus undrast yvir tónalagið, tá ið Jesus svarar. 

“Tú sigur tað sjálvur.” 

Áðrenn Pilatus fær svarað, tala andaligu leiðararnir í horninum at og siga spottandi. 

“Sært tú, hann hevur onga virðing” 

“Hann øsir upp fólkið!” 

“Hann sigur seg vera kong!” 

Pilatus hoyrir teir ikki. Tú sigur tað sjálvur. Ongin verja. Ongin frágreiðing. Ongin ræðsla. Galileingurin hyggur niður aftur. 

Tað er eitthvørt við hesum bygdasliga lærumeistaranum, sum tiltalar Pilatus. Hann er ikki sum kventlarnir, sum samlast uttanfyri. Hann er ikki sum hinir leiðararnir, við skeggi niður á bringuna, sum eina løtu tosa um ein almáttugan Gud og løtu seinni biðja um lægri skatt. Eygu hansara eru ikki full av hatri, eins og eyguni á zelotunum, sum eru ein verulig hóttan ímóti Pax Romana (rómversk lóg, sum merkir rómverskur friður), sum Pilatus roynir at skipa. Hann er øðrvísi, hesin Messias har norðuri úr landinum. 

Pilatus ynskir at leyslata Jesus. Gev mær bert eina orsøk, hugsar hann, nærum hart. So leyslati eg teg

Hann verður órógvaður í tonkum sínum av, at onkur leggur hondina á herar hansara. Ein boðberi rættir seg inn yvir hann og teskar í oyra. Løgið. Kona Pilatus hevur sent honum boð. Fást tú ikk við henda rættvísa mannin. Tað er nakað við einum dreymi, hon hevur havt. 

Pilatus fer aftur á sess sín, sessast, og starir at Jesusi. “Sjálvt gudarnir eru á tínari síðu?” sigur hann, uttan nakra frágreiðing. 

Hann hevur sitið í hesum sessi fyrr. Hetta er ein tignarligur stólur: kobolt bláur við tjúkkum útskornum stólabeinum. Tann siðbundni stólurin, har avgerðirnar verða tiknar. Tá ið hann sessast í stólin, verður hvørt rúm og hvør gøta ein rættarsalur. Tað er hiðani hann gevur boð. 

Hvussu ofta hevur hann sitið í hesum stóli? Hvussu nógvar søgur man hann hava hoyrt? Hvussu nógvar áheitanir hevur hann verið vitni til? Hvussu nógv eygu hevur hann ikki sæð, sum bønandi hava biðið um náði og fríkenning? 

Men, eyguni á hesum Nasareara eru rólig, friðalig. Tey rópa ikki. Tey kveita ikki. Pilatus lítir at teimum fyri at vita, um hann sær nakra ræðslu…ella øði. Men, hetta finnur hann ikki í Jesu eygum. Tað, hann sær, fær hann at umhugsa støðuna. 

Hann er ikki óður við meg. Hann er ikki bangin…hann sær út til at skilja tað, sum hendir. 

Pilatus hevur rætt í sínum eygleiðingum. Jesus er ikki bangin. Hann er ikki óður. Hann er ikki um at missa mótið. Tí hann er ikki bilsin. Jesus veit, at tími hansara er komin. 

Pilatus hevur rætt í sinum forvitni. Um Jesus er leiðari, hvar eru hansara eftirfylgjarar? Um hann er Messias, hvat ætlar hann so at gera? Um hann er lærari, hví eru andaligu leiðararnir so óðir við hann? 

Pilatus hevur eisini rætt í sínum spurningi. “Hvat skal eg tá gera við Jesus, sum er kallaður Kristus?” (Matt 27,22) 

Møguliga ert tú, eins og Pilatus, forvitin eftir at vita meira um hann, sum tey kalla Jesus. Tú, eins og Pilatus, undrast yvir hansara útsagnir og verður rørdur av hansara umsorgan og kærleika. 

Hvat gert tú við mannin, sum kallar seg sjálvan Frelsara, men sum ger upp við skipanir? Hvat gert tú við mannin, sum kennir bæði tíðina og staðið, har hann skal doyggja, men fer hagar kortini?` 

Spurningurin hjá Pilatusi er eisini tín spurningur. “Hvat geri eg við hendan mannin, Jesus?” 

Tú hevur tveir møguleikar. 

Tú kanst vraka hann. Tað er ein møguleiki. Tú kanst, eins og nógv onnur hava gjørt, koma til sættis við, at tankin um at Gud gjørdist timburmaður er alt ov løgin, og síðani venda tær frá honum. 

Ella kanst tú taka ímóti honum. Tú kanst fylgjast við honum. Tú kanst lurta eftir rødd hansara ímillum tær hundratals røddir, og fylgja honum eftir. 

Faktaboks: 

Max Lucado hevur skrivað greinina. Max er væl kendur rithøvundur, og sum hann sjálvur sigur: “eg skrivi bøkur til fólk, sum ikki lesa bøkur.” 
Til dagligt er hann prestur í Oak Hills Church í San Antonio í Texas í USA. Hann hevur kall at bera teimum særdu, seku, einsamøllum og vónleysu evangeliið. 

Fleiri av hansara bókum kunnu eisini keypast á manna.fo