Á ráðstevnu um góða boðan
Í døgunum frá 28. til 30. januar luttaka trúboðararnir Pól Johannesen og Jógvan Højgaard, sjómanstrúboðarin Torleif Johannesen, og Øssur Kjølbro aðalskrivari hjá Heimamissiónini, umframt nakrir sóknarprestar, á boðanarráðstevnuni “God forkyndelse” í Bramming í Jyllandi.
Afturat teimum luttaka eisini nakrir føroyingar, sum eru í boðandi tænastu ella undir lesnaði í Danmark. Tilsamans eru um 180 luttakarar á ráðstevnuni.
Tað var Kristent Pædagogisk Institut, sum í august 2013 tók stig til projektið “God forkyndelse”, har 11 felagsskapir í kirkjuliga landslagnum luttaka í. Endamálið er at meta um ta boðan, sum fer fram í hesum felagsskapum, og við støði í tí vísa á, hvat eyðkennir góða boðan í dag, og samstundis geva íblástur til, hvussu vit fáa enn meira av góðari boðan.
Sunnudagin 30. januar klokkan 16.00 hava Pól Johannesen og Torleif Johannesen møti í hølunum hjá Luthersk Mission á Kirkegårdsvej 21 á Amager, har “Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni” í løtuni húsast.