“A view from the top” – Kalendarin 2021

Forlagið Fjallamyndir hevur nú ein nýggjan kalendarar til sølu. Hetta er fimta árið á rað, at kalendarin við forkunnugum fjallamyndum ymsastaðni úr Føroyum er at fáa. Tað er listamaðurin Finleif Mortensen, sum hevur tikið myndirnar av føroysku náttúruni. Sjúrður Poulsen hevur hjálpt til við at leggja kalendaran til rættis og Sendistovan hevur staðið fyri grafiska arbeiðinum og prenti.

Kalendarin, ið á enskum hevur heitið “A view from the top”, er sera væl uppsettur við frágreiðingum til hvørja mynd á føroyskum og enskum. Eisini er við tekning á korti víst, hvussu ein skal ganga fyri at koma til staðið, sum er avmyndað.

Á baksíðuni eru nógvar hentar upplýsingar, millum annað hægstu fjøllini, størstu vøtnini og aðrar upplýsingar um landið sum heild.

Eins og undanfarin ár fer ágóðin av søluni til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.

Tilber at keypa kalendaran fyri 89,00 krónur á heimasíðuni Manna.fo, sum er bókasølan í Nesvík.

LES EISINI  Ein konsert útseld - VOX hevur eykakonsert sunnudagin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina