Aðalfundur hjá OM 29.mars
– Hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um! Hvussu skulu tey hoyra, uttan onkur er, sum prædikar! Og hvussu skulu teir prædika, uttan teir verða sendir! Róm. 10:14-15.
Boðskapurin, sum vit hava at bera heiminum, um frelsu, er einfaldur. Trúgv á Harran, og tú skalt vera frelstur. Men Paulus sá eisini avbjóðingina í hesum – hvat við teimum, sum ikki hava hoyrt um Jesus. Loysnin er næstan líka einføld, freistast man at siga. Vit mugu senda fólk at bera teimum boðskapin.
Í 66 ár hevur OM virka fyri at bera boðskapin um Jesus til teirra, sum ikki trúgva. Føroyingar hava verið við líka frá byrjan og eru tað enn. Í løtuni eru 13 fólk úti í missión gjøgnum OM, øll við tí endamáli at boða evangeliið. Umframt hesi eru fleiri, sum fara út í missión komandi mánaðirnar.
Alt hetta fara vit at greiða nærri frá á aðalfundinum hjá OM Føroyum, sum verður mikudagin 29. mars klokkan 19.
Á fundinum fer formaðurin at greiða frá virkseminum hjá felagsskapinum og roknskapurin verður lagdur fram.
Dagligi leiðarin fer at greiða frá um virksemi hjá OM annars og vit hoyra meiri um spennandi ráðstevnuna, sum OM Føroyar skipar fyri í mai mánað.
Fundurin í ár verður í skrivstovuhølunum hjá OM Føroyum í Skansahúsinum í J. H. Schrøters gøtu 11 í Havn. Her húsast OM Føroyar saman við øðrum trúboðara- og hjálparfelagsskapum. Aðalfundurin er eitt gott høvi at vitjað bygningin og kunna seg um viðurskiftini har.
Her er leinkjan til innbjóðingina á Facebook. Har ber til at bjóða øðrum á aðalfundin ella stutt at siga, um tit vænta at koma ella ikki.
Aðalfundur hjá OM Føroyum | Facebook
Kelda: OM