Aðalskrivari í Open Doors gevst

Aftaná gott fýra ár sum aðalskrivari fyri Open Doors Danmark og Føroyar fer René B. Ottesen frá 1. august, og byrjar tá í øðrum starvi sum samskiftisleiðari í Bibelselskabet.

Open Doors Danmark og Føroyar skulu sostatt hava nýggjan aðalskrivara frá 1.august, tá núverandi aðalskrivari, René Ottesen gevst og byrjar í nýstovnaðum starvi sum samskiftisstjóri í Bibelselskabet.

“Tað er við harmi, at vit hava fingið uppsøgnina frá René,” sigur Brian Sjælland, nevndarformaður í Open Doors Danmark og Føroyar. Hinvegin eru vit djúpt takksom fyri tað avrik, René hevur framt hesi góðu fýra árini sum aðalskrivari. Open Doors Danmark og Føroyar hava flutt seg til eitt heilt annað stað í dag, enn tá René tók við sum aðalskrivari. Vit ynskja René góða eydnu og Guds ríku signing í sínum nýggja starvi.”

Hóast René Ottesen fer í annað starv, so liggur hansara fokus enn á forfylgdum kristnum. ”Eg frøist um eitt gott fýra ára skeið við nógvum spennandi og gevandi løtum saman við heimsins forfylgdu kristnu og ídnum donskum kristnum í einum fakliga sterkum Open Doors toymi. Arbeiðið hevur til tíðir verið avbjóðandi, men samstundis er tað vorðið eitt hjartamál,” sigur hann.

”Arbeiðið við forfylgdum kristnum hevur fyri meg verið ein undirstriking av Bíbliunnar kjarnuboðskapi: at handan hvønn krossheyggj er ein uppreisnarmorgun. Soleiðis er søgan um krossin gjøgnum forfylgdu trúarfelagar okkara vorðið teknað í kjøti og blóði – tað eri eg sera takksamur fyri!” ”Nú síggi eg fram til at skula arbeiða við Bíbliuni og frásøgnir hennara – ein uppgáva, ið liggur nær henni, eg komi frá.” Sigur René Ottesen at enda.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina