Aðalskrivari til Bláa Kross Føroya

Blái Krossur Føroya søkir eftir nýggjum aðalskrivara.
Petur Jákup Petersen eisini nevndur Dakko, sum hevur verið aðalskrivari hjá Bláa Krossi síðani 1 mai 2017, er nú farin frá, fyri aldur.
Umsóknarfreistin er 20 januar. Væntandi verður starvið sett 1 februar.

Meira fæst at vita á blakross.fo

Blái Krossur er limafelag á kristnari grund, sum ynskir at hjálpa menniskjum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum. Blái Krossur vil eisini hjálpa familjum hjá teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum. Eisini vil felagsskapurin arbeiða fyribyrgjandi, at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi ella rúsdrekka. Blái Krossur vil arbeiða fyri tilboðum til ung við trupulleikum av rúsevnum og rúsdrekka. Í dag eru 28 lønt og meir enn 400 ólønt starvsfólk í felagsskapinum.

LES EISINI  Starvsfólkatrot elvir til stórar broytingar á Trúboðanum 
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina